Eingin parkering við Svimjihøllina í Havn

Eingin parkering er á parkeringsplássinum við Svimjihøllina í Havn – og tað verður tað heldur ikki enn á sinni.

Tað er arbeiðið við at byggja langhylin, sum órógvar parkeringinga. Treytirnar eru, at alt parkeringsplássi norðan fyri svimjihøllina verður stongd og gyrt inni, tí tað er arbeiðsøki. Tað er heldur ikki loyvt at parkera á gamla Hoydalsvegnum millum ítróttarhøllina og svimjihøllina og heldur ikki á vegnum niðanfyri til B36 og HB húsini.

Býráðið vísir til onnur parkeringspláss í økinum, so sum økið við Skipar Hansensstein millum Høllina á Hálsi og R.C. Effersøes gøtu, uppi á Hallarheygi sunnan fyri ítróttarhøllina, við Tórsvøll og við Fimi.

##med2##

##med3##