Eingin organdonatión í Føroyum

Skipað organdonatión kann gerast veruleiki í Føroyum, men einans um ein neurologur verður settur.

Hvørt ár kundu føroyingar latið gøgn. Og hvørt ár hava føroyingar tørv á gøgnum frá øðrum.

Men í Føroyum er eingin skipað organdonatión. Tað ber til at lata onkrum eitt nýra, tí júst tann donatiónin krevur ikki, at gevarin skal hava latið lív – tað ber jú til at liva víðari við einum nýra.

 

Skulu harafturímóti livur, hjarta, lungu ella onnur gøgn latast, skal fyrst vera staðfest, at latarin er heiladeyður ella at framtíðin bjóðar »udsigtsløs behandling«, sum merkir, at hann aldri fer at koma seg og má haldast á lívi við respiratori.

 

Men í Føroyum er eingin, sum kann staðfesta, at fólk eru heiladeyð. Lógin sigur greitt, at tað skal vera ein neurologur, ein neurokirurgur ella ein neurofysiologur, sum staðfestir heiladeyða. Av tí, at eingin slíkur er í Føroyum, ber heldur ikki til at lata gøgn.

 

Læknarnir á Landssjúkrahúsinum hugsa og práta javnan um støðuna, tí teir standa ofta við møguligum donorum, sum kundu latið øðrum gøgn - og harvið bjargað lívum. 

 

Høgni Djurhuus, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum sigur, at praktiskt er einki, sum forðar fyri, at Føroyar kunnu gerast eitt av londunum, sum lata gøgn.

 

– Í Danmark er eitt sonevnt transplantatiónslið við einum 4-5 fólkum, sum rykkir út, tá tað er staðfest, at onkur er heiladeyður, og gøgnini kunnu koma øðrum til góðar. Transplantatiónirnar eru í høvuðsheitum gjørdar í Region Hovedstaden, og um onkur verður staðfestur at vera heiladeyður á til dømis Bornholm, so rykkir hetta transplantatiónsliðið út, opererar tey gøgnini, sum verða latin, og tekur tey við sær aftur til Keypmannahavnar, greiðir Høgni Djurhuus frá og vísir í sama viðfangi á, at hetta liðið uttan iva kundið komið til Føroya eisini.

 

Hann heldur tað vera rímiligt, at føroyingar eisini fara at lata gøgn, tí sum er fáa vit gøgn, men lata einki afturfyri. Men so leingi eingin neuorologur er í Føroyum, ber ikki til at skipa organdonatiónina í Føroyum.