Eingin organdonatión í Føroyum

– Hóast vit við jøvnum millumbilum kundu latið gøgn í Føroyum, og hóast vit javnan hava føroyingar, ið hava tørv á gøgnum, so er eingin skipað organdonatión í Føroyum. Høvuðsorsøkin er, at okkum tørvar ein neurolog, sum kann staðfesta, at fólk eru heiladeyð, tá gøgnini verða tikin, sigur Høgni Djurhuus, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum

Hvørt ár kundu føroyingar latið gøgn. Og hvørt ár hava føroyingar tørv á gøgnum. Men í Føroyum er eingin skipað organdonatión. Tað ber til at lata onkrum eitt nýra, tí júst tann donatiónin krevur ikki, at latarin skal vera heiladeyður – tað ber til at liva víðari við einum nýra.
Skulu harafturímóti livur, hjartað, lunguni ella onnur gøgn latast, so skal fyrst vera staðfest, at latarin er heiladeyður. Men í Føroyum er eingin, sum hevur heimild at staðfesta hetta. Og tískil kunnu vit ikki lata gøgn.

Ongan neurolog
– Hetta er ein trupulleiki, sum eg hugsi nógv um, og sum eg javnan tosi við onnur um. Nakrar ferðir árliga standa vit í støðum, har føroyingar kundu latið gøgn. Nakrar ferðir árliga eri eg eisini í samband við donorskrásetingina í Danmark. Men vit fáa ikki latið gøgn, so leingi, sum vit ikki hava ein neurolog, greiðir Høgni Djurhuus, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum frá.
Høgni sigur, at sambært lógini frá 2001, eru tað bert neurologar, neurokirurgar ella neurofysiologar, sum kunnu staðfesta, at fólk eru heiladeyð. Og vit hava ongan slíkan í Føroyum.
– Vit hava søkt fleiri ferðir, men tað koma ongar umsóknir. Av og á hava vit havt onkran avloysara eina tíð, men eingin vil setast í fast starv.
Høgni heldur, at tað kann vera ein spurningur um pengar – ella um, at arbeiðsuppgávurnar heilt einfalt eru meiri spennandi uttanlands, og at útbúgvin fólk tískil ikki tíma til Føroya at arbeiða.
– Tað eru 1-2 ár síðani, at eg ringdi niður og kannaði møguleikan fyri, at tey kundu senda ein neurolog heim, tá vit koma í hesa støðuna. Tað vóru tey ikki óvillig at gera, so vit kundu kanska gjørt eina avtalu um tað, og loyst trupulleikan á tann hátt, metir Høgni Djurhuus.

Transplantatiónslið
Yvirlæknin sigur, at praktiskt er einki, sum forðar fyri, at Føroyar kunnu gerast eitt av londunum, sum lata gøgn.
– Í Danmark er eitt sonevnt transplantatiónslið við einum 4-5 fólkum, sum rykkir út, tá tað er staðfest, at onkur er heiladeyður og gøgnini kunnu koma øðrum til góðar. Transplantatiónirnar eru í høvuðsheitum gjørdar í Region Hovedstaden, og um onkur verður staðfestur at vera heiladeyður á til dømis Bornholm, so rykkir hetta transplantatiónsliðið út, opererar tey gøgnini, sum verða latin, og tekur tey við sær aftur til Keypmannahavnar, greiðir Høgni Djurhuus frá og vísir í sama viðfangi á, at hetta liðið uttan iva kundið komið til Føroya eisini.
– Tað er ymiskt, hvussu leingi gøgnini halda sær uttan fyri kroppin. Hjarta, livur og lungu halda til dømis ikki eins leingi sum nýru, men tað er eingin trupulleiki at fáa gøgnini til Danmarkar – og enntá longur út í Evropa, um skjótt verður borið at.
Um Føroyar fóru at lata gøgn, høvdu vit helst verðið ein partur av donsku skipanini. Har er tað soleiðis, at um onkur dani bíðar eftir gøgnum, hevur viðkomandi fyrsta rætt. Um eingin í Danmark hevur tørv á gøgnunum, verður hugt í Skandinavia, og síðani Evropa annars.
– Trupulleikin er, at hetta liðið ikki rykkir út, fyrr enn tað er staðfest, at sjúklingurin er heiladeyður. So vit mugu fyrst og fremst fáa eina avtalu í lag við ein neurolog, slær Høgni fast.

Føroyingar vilja lata gøgn
Spurdur, um tað ikki er ein trupulleiki, at vit ikki skráseta fólk, sum vilja lata gøgn í Føroyum, svarar Høgni, at tað sjálvandi hevði gjørt uppgávuna lættari, um teir kundu sligið fólk upp í eini skráseting, men at tað tó ikki er alneyðugt.
– Lógin sigur, at fólk kunnu geva skriftligt samtykki til, at gøgnini skulu latast øðrum, um tað verður staðfest, at tey eru heiladeyð – ella tá tað er staðfest, at tey standa fyri »udsigtsløs behandling«, sum merkir, at tey aldri fara at koma seg, ella mugu haldast á lívi við respiratori. Tá tey geva eina slíka skrivliga váttan, verða tey skrásett í donorregistaranum.
– Men í øðrum lagi kunnu tey avvarandi eisini geva loyvi til, at gøgnini verða tikin. Eg havi fleiri ferðir spurt eftirsitandi familju um hesi viðurskiftini, og tað vísir seg, at sera fá siga nei til, at gøgnini kunnu koma øðrum til góðar. So føroyingar eru sinnaðir at lata gøgn, slær Høgni fast.
Hann sigur, at teir føroyingar, sum hava búð í Danmark og skrásett seg har, framvegis verða standandi á listanum, tá tey flyta aftur til Føroya. Men so leingi eingin neurologur er í Føroyum, ella vit ikki hava nakra avtalu á annan hátt, fáa vit ikki latið, tí vit kunnu ikki seta diagnosuna »heiladeyði«.
– Í Føroyum er ikki ein negativur hugburður til tað at lata gøgn. Føroyingar hava eisini javnan tørv á at fáa gøgn frá øðrum, so tað er ikki meiri enn rímiligt, at vit eisini eru við til at lata øðrum, heldur yvirlæknin.
Eingi tøl eru yvir, hvussu nógvir føroyingar árliga hava tørv á og fáa gøgn frá øðrum, og heldur eingi tøl finnast yvir, hvussu ofta føroyingar kundu latið gøgn, um vit bert høvdu ein neurolog. Flestu føroyingar, sum hava tørv á gøgnum, eru so mikið illa fyri, at tey eru innløgd á Ríkissjúkrahúsium fyri at fáa bestu viðgerðina, meðan tey bíða.

----------