Eingin ókeypis koyring ígjøgnum undirsjóvartunlar

Tað er eingin semja í eygsjón og tískil fellur alt burtur

Tað er nú greitt, at tað verður ikki ókeypis at koyra ígjøgnum Vágatunniling og Norðoyatunnilin. Annars var talan um, at Løgtingið skuldi samtykkja tað, áðrenn tað fer í summarfrí í morgin. Men síðani er komið fram, at tað er so stór ósemja um tað, at tað verður av ongum, at tað verður lagt fyri Løgtingið.

 

Eitt, sum fleiri løgtingslimir ikki vildu góðtaka, er, at tað skuldi verða ókeypis hjá teimum, sum brúktu hesar báðar undirsjóvartunlarnar, samstundis sum at suðuroyingar, og útoyggjafólk, framvegis skuldi rinda tað sama.  

 

Tað var annars eingin slingur í valsinum, tá ið Jørgen Niclasen, táverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, legði samferðslupakkan fyri Løgtingið beint fyri jól. Ein partur av hesum var, at tað skuldi vera ókeypis at koyra ígjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, men afturfyri skuldi avgjøldini á bensin og diesel, hækka, umframt at vegskatturin skuldi hækkast.

 

Tá segði landsstýrismaðurin, at semja var ímillum allar partar um ætlanina. Men tað var skjótt, at hendan semjan syndraðist, tí beint aftan á kunngjørdu tinglimir fyri samgonguna, at teir vistu einki um hetta – og teir søgdu eisini, at teir tóku ikki undir við hesum.

 

Síðani hevur málið ligið í fíggjarnevndini og har hevur verið roynt at mýkja málið. Men nú Løgtingið fer í summarfrí, ásannar Erhard Joensen, formaður í fíggjarnevndini, at tað eydnast ikki at fáa semju, og tí kemur málið ikki úr aftur fíggjarnevndini. Og tað merkir, at so dettur tað heilt burtur, tí nú endar tingárið, og tá detta øll mál, sum ikki eru samtykt, burtur. Men Erhard Joensen sigur, at málið um samferðslu, brúkaragjøld og ferðaseðlaprísir, verður tikið upp aftur í heyst.

 

Vit hava meiri seinni.