Boston Marathon varð runnið seinasta mánadag, og tað kom ikki óvart á nakran, at Lelisa Desisa úr Etiopa vann kappingina hjá monnunum. Hinvegin, so var tað ein annar ókendur maður, sum stjól myndina eina løtu.
Fyrstu 1600 metrarnar av teininum var tað ein púra ókendur rennari, sum legði allar teir kendu rennararnar aftur um seg og rann fremstur. Frásøgumenninir vóru ørkymlaðir, tí eiheldur teir vistu hvør hesin rennarin var.
Nú stígur rennarin fram. Talan var um 31 ára gamla Derek Yorek, sum áður hevur íðkað triathlon, men sum eftir eitt óhapp á súkkluni ikki hevur havt møguleika fyri at vant regluliga og tískil var í vánaligari venjing.
- Hetta var harðasta kappingin í lívinum, men eg gjørdi tað fyri mína egnu skyld. Eg angri tað ikki. Hetta var eitt fantastiskt upplivilsi, sigur Derek Yorek við Runners World nú góða viku seinni.
Derek Yorek rann fremstur í fýra minuttir og 38 sekund. Hesa løtuna var hann at síggja beinleiðis á fleiri sjónvarpsrásum, og sambært honum sjálvum, so var hetta eisini høvuðsætlanin við øllum.
Hann sigur seg eiga tvær døtur, sum vildu síggja hann í sjónvarpinum. Eina løtu stutt áðrenn málstrikuna var hann tætt við at geva upp, men so fekk hann eygað á mammu og systir sína.
- Tá ið eg sá tær, visti eg, at eg varð noyddur at koma á mál, segði Derek Yorek, sum varð yvirhálaður av heili 3571 rennarum og kom á mál við tíðini 3.04.57. Vinnarin, Lelisa Desisa, hevði tíðina 2.09.17.