Eingin ivi um útvísing

Umframt at vera føroyska umboðið á altjóða fótbóltsdómaralistanum er Petur Reinert eisini trúgvur Manchester United-fjeppari.

Men spurdur um reyða kortið, sum Darren Fletcher fekk í gjárkvøldið, er hann als ikki í iva um, at kenslurnar mugu víkja.

- Har er einki at rafla um, og hatta var órutinerað av Fletcher. Tað kann væl vera, at hann letur mannin skora, um hann einki ger. Men við at gera brotssparkið, letur hann eisini Arsenal skora, umframt at hann fær reytt kort. Hevði dysturin riðið um snarið, kundi eg skilt tað, men har eru teir á odda 3-0, so hatta var býtt, sigur Petur Reinert.

So tú ert ikki í iva um, at Roberto Rosetti tók røttu avgerðina, tá ostaskorpan varð drigin fram?

- Alt ikki. Hatta er ein av heimsins bestu dómarum, og læt hann hatta fara framvið í eini hálvfinalu í Champions League, kundi hann gloymt alt um at sloppið at dømt nakra finalu aftur. Hann hevur heilt víst hugsað um, hvussu synd hetta er fyri Fletcher, men samstundis hevur hann vitað, at gav hann ikki reytt kort, hevði tað verið synd í Roberto Rosetti. So ja. Eg eri púra sannførdur um, at hatta var rætta avgerðin hjá dómaranum, sigur Petur Reinert.