Eingin gummiroykur í Gundadali

FM favorittarnir eru so væl fyri sum ongantíð fyrr í ár, nú teir fáa vitjan av TB

Um tað gongur heilt eftir vild hjá B36, so verður FM heitið longu seinnapartin veruleiki. Soleiðis verður tað, um B36 vinnur fulla úrtøku imóti TB, og um NSÍ ikki megnar fulla úrtøku ímóti HB. Tað resta fýra umfør, og tað eru átta stig frá B36 og aftur til NSÍ. Um B36 vinnur trý stig, og tað endar javnt millum NSÍ og HB, so verður munurin millum tvey tey ovastu tíggju stig undan trimum teimum seinastu umførunum.

-Vit fokusera á okkara uppgáva ímóti TB, sum vit fyrr í summar hava vunnið tvær ferðir ímóti. Spælararnir vita, at talan verður um torføra avbjóðing, og eg rokni avgjørt við, at teir fara at vísa sama hugburð, sum teir vístu, tá ið vit fyri tveimum vikum síðani vunnu 2-1 ímóti HB. Tá spældu vit væl í 1. hálvleiki, og tá ið HB spældi betri eftir steðgin, so stríddust okkara framúr væl, sigur B36 venjarin Eyðun Klakstein.

Tú ert ikki bangin fyri gummibeinum?

-Soleiðis verður altíð spurt fram ímóti kappingarenda. Higartil hava spælararnir verið framúr fokuseraðir, og tað eru teir eisini í fyrireikingunum til hesa avbjóðingina.

Miðverjin Hørður Askham hevur verið skaddur størsta partin av kappingarárinum, og hann er framvegis skaddur. Allir hinir í B36 leguni eru førir fyri at spæla. Tí var venjarin noyddur til í fyrrakvøldið at boða fýra spælarum frá, at tað hesaferð ikki er pláss fyri teimum á dómaraseðlinum.

 

TB hevur ikki vunnið fulla úrtøku seks tær seinastu ferðirnar. Síðani 3-2 heimasigurin ímóti EB/Streymi 27. juni hevur úrtøkan verið fýra javnleikir og tvey tap. Av teimum 23 dystunum hjá TB eru tólv endaðir við javnleiki!

 

B36 venjarin hevur verið burturstaddur eina viku í landsliðssteðginum. Jónas þór Næs, Odmar Færø, Tórður Thomsen og Róaldur Jakobsen vóru í A-landsliðshópinum, og Gestur Bogason Heinesen og Benjamin Heinesen hava verið við U-21 landsliðnum. Hjá TB hava Teitur Olsen og Jonas Gejel Hansen hava verið upptiknir á U-21 landsliðnum.