Eingin tykiast hava fingið greiðan meiriluta á tjóðartingsvalinum í Italia í dag, har valstøðini lótu aftur klokkan 23 lokala tíð.
Tað vísa kanningar gjørdar á valstøðunum.
Eru hesar kanningar eftirfarandi, so hava italsku veljararnir í stórum talið atkvøtt fyri eini mótmælisrørslu og upp á høgraflokkar.
Flokkurin hjá fyrrverandi forsætisráðharranum, Silvio Berlusconi, Forza Italia, tykist at hava fingið flestar atkvøður saman við sínum samstarvsflokkum.
Innflytararkritisku flokkarnir, Lega Nord og Fratelli d'Italia eins og meira liberali mið-høgraflokkurin, Noi con l'Italia.
Blokkurin hjá Berlusconi stendur til at fáa millum 33 og 36 prosent av atkvøðunum, vísa kanningarnar á valstøðunum sambært Rai TV.
Kanningarnar benda hinvegin á, at teir fýra flokkarnir tilsamans ikki fáa nóg nógva undirtøku til at kunna skipa stjórn. Til tess krevjast 40 prosent av atkvøðunum, hava eygleiðarar sagt framman undan valinum.
Greitt størstif lokkurin tykist gerast Fimmstjørnurørslan. Sambært kanningini fær flokkurin millum 29,5 og 32,5 prosent av atkvøðunum, greiðir Rai TV frá.
Um kanningarnar halda, fer Fimmstjørnurørslan at »vera ein grundarsteinur í eini nýggjar stjórn«, sigur talsmaður fyri flokkin í kvøld.
Partito Democratico (PD), Javnaðarflokkurin, sum er stjórnarflokkur, verður sambært kanningum triðstørsti flokkurin. Flokkurin og stuðlar floksins tykast at fáa 24,5 og 27,5 prosent av atkvøðunum.
Meira tryggar prognosur koma seinni í nátt, og endaliga valúrslitið væntast klárt í morginári.
/ritzau/Reuters










