Eingin geislavirkin leki

Fronsku myndugleikarnir kunngjørdu seinnapartin, at teir hava ikki staðfest geislavirknan leka aftan á spreingingina, sum var á kjarnorkuverkinum Marcoule har suðuri í landinum fyrrapartin. Spreingingin kostaði eitt mannalív, og fýra fólk fingu skaða.

Kjarnorkuverkið, sum er tætt við býin Nimes í Rhone-dalinum, verður lutvíst brúkt til at gera brennievni, og í framleiðsluni verða plutonium og uran hitað nógv í serligum ovnum. Spreingingin fyrrapartin var í einum av hesum ovnunum.

Myndugleikarnir hava skipað eitt trygdarøki uttan um verkið, og altjóða kjarnorkustovnurin IAEA hevur biðið fronsku kjarnorkumyndugleikarnar um eina frágreiðing um tilburðin í dag.