Fáir føroyskir festivalar hava megnað at sloppið undan eitt sindur av regni, og Frigg festivalurin er einki undantak.
Hóast eitt sindur av sirmi, hevur veðrið verið sera gott allan fyrsta partin av Frigg festivalinum, men so fór at regna.
Serliga illa regnaði, tá føroyski bólkurin, Franka spældi. Regnskjól fjaldu áhoyrarafjøldina, sum stóðu heilt framat pallinum.
Regnið hevur tó ikki hildið festivalgestunum aftur, tvørturímóti eru tað støðugt fleiri vitjandi á festivalinum.