Eingin avtala um at útseta Marknagil

– Uppskotið um at útseta skúladepilin í Marknagili er ikki eitt mál frá samgonguni, men frá landsstýrismanninum í mentamálum, Bjørn Kalsø. Eg havi alla tíðina sagt, at eg eri ímóti hesum, sigur Bjarni Djurholm, formaður í mentanarnevndini hjá Løgtinginum.

Hann sigur, at tí gongur hann ikki ímóti eini ætlan hjá landsstýrinum, so sum vit skrivaðu fyrr í dag á Portalinum. Hinvgin sigur hann, at heldur seg til tað, sum Løgtingið longu hevur samtykt.

– Vit harmaðust øll, tá Helena Dam á Neystabø útsetti ætlanina frá 2014 til 2015, men hetta uppskotið er als ikki viðgjørt í samgonguni, og tí er eingin avtala um at útseta hesa ætlanina enn eitt ár, sigur Bjarni Djurholm, sum ikki reiðiliga skilir grundgevingarnar hjá sambandskvinnunum í Mentanarnevndini.

– Um útreiðslurnar til innbúgv skulu býtast yvir trý ár ella fýra ár, tað hevur ikki tann stóra týdningin í hesum samanhanginum, sigur Bjarni Djurholm.