Eingin alifiskur í Norðoyggjum um eitt ár

ár
Um eitt lítið ár er eingin alifiskur eftir í ringunum í Norðoyggjum. Væntandi fígging ger, at tað ikki ber til at seta nýtt smolt út

Nógv bendir á, at alingin í Norðoyggjum er við at fara í søguna. East Salmon og Faroe Salmon hava fisk úti, men innan fyri eitt ár verður alt tikið, og einki smolt verður sett út.

Eingin fiskur á vári 2005
Faroe Salmon hevur alifisk norðan fyri byrgingina í Hvannasundi og á Borðoyarvík. Hesin fiskurin verður allur tikin í næstum, og síðani verður lagt brak. Tað merkir, at alibrúkini hjá Faroe Salmon fara at liggja still.
Hin alarin í Norðoyggjum, East Salmon, hevur 1,4 millión fiskar í einum alibrúki á Árnafirði, og góðar 380.000 fiskar í einum alibrúki í Funningi. Fiskurin í Funningi verður liðugt tikin í heyst, meðan tað fer at taka eitt sindur longri tíð, áðrenn teir eru lidnir at taka fiskin, sum er í ringunum á Árnafirði.
Rakstrarleiðarin hjá East Salmon, Símun Pauli Sivertsen, sigur, at tá ið East Salmon eru lidnir við at taka fiskin væntandi einaferð í marts komandi ár, er eingin alifiskur eftir í Norðoyggjum. Hann sigur eisini, at teir ongantíð áður hava havt so nógvan fisk at taka, men tíverri ber ikki til at seta smolt út, tí fígging fæst ikki at keypa smolt fyri. - Tað er ógvuliga harmiligt, at vit noyðast at leggja stilt, tí vit hava ongar trupulleikar havt av ILA, sigur Símun Pauli Sivertsen.

Útlitini eru ikki góð
Rakstrarleiðarin hjá East Salmon heldur, at alivinnan í Norðoyggjum er ógvuliga viðbrekin, og um illa vil, fer hon kanska í søguna. Tó sigur Símun Pauli Sivertsen, at gongur alt normalt, so fer East Salmon helst at seta smolt út aftur í mai komandi ár, men við gongdini í samfelagnum í huga, er alt eitt sindur ósikkurt.
Eini 15 fólk starvast á alibrúkunum hjá East Salmon, og Símun Pauli Sivertsen sigur, at tað kann væntast, at tey flestu av hesum verða send til hús, tá ið eingin fiskur er eftir. - Eisini skal havast í huga, at meðan fiskurin verður tikin, verður arbeitt í tveimum vaktum á kryvjivirkinum í Klaksvík, sum Faroe Salmon og East Salmon eiga í felag, og tað merkir, at tað koma at arbeiða eitt stað millum 60 og 70 fólk við fiskinum, men komandi vár eru lítil útlit fyri arbeiði til teirra, heldur Símun Pauli Sivertsen.

Læra at liva við ILA
Sjálvur heldur Símun Pauli Sivertsen, at tað er ikki nógvir kostir í at velja, um alivinnan í Føroyum skal hava eina framtíð. - Sjálvsagt hevði tað allarbesta verið, um vit høvdu kunnað vaccinerað fiskin ímóti ILA, men tað ber so ikki til í løtuni, sigur Símun Pauli Sivertsen. Hann heldur tí, at hóast onkur vil brakleggja alt landið, so er vandi fyri, at ILA kemur aftur, og tí hevði tað allarbesta verið, um vit høvdu lært at liva við herviligu fiskasjúkuni, sum hevur kostað føroysku alivinnuni dýrt, heldur rakstrarleiðarin hjá East Salmon.