Eingi “óvanlig” tingmál løgd fram á ólavsøku

Sjálvt um nógv uppskot eru komin inn, so verður tingsetan á ólavsøku skipað, eins og hon plagar. Tað vil siga, at løgmaður sleppur at halda sína løgmansrøðu, og lógin um broytingar í vinnuliga fiskiskapi verður løgd fram.

Ein teirra, sum høvdu vónað, at hann slapp at leggja uppskot fram longu á ólavsøku, er Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum. Uppskotið hjá honum um Eysturoyartunnilin hevur eftir øllum at døma somikið stóran skund, at hann vil hava tað fyri sum skjótast. Men Kári P. Højgaard hevur fingið at vitað frá Løgtingsskrivstovuni, at málið hjá honum sleppur framat tann 31.juli.

Súsanna Danielsen, stjóri á Løgtingsskrivstovuni, sigur við Portalin, at tingformaðurin hevur avgjørt, at bert tey vanligu málini koma fyri, tá tingið verður sett á ólavsøku, men tingformaðurin hevur so ásett næsta fund at verða longu 31.august, og tá koma øll hini málini fyri.

Tó at uppskotið hjá Kára P. Højgaard ikki varð borið niðan á Løgtingsskrivstovuni fyrr enn í gjár, so var tað tíðsnokk, sigur Súsanna Danielsen. At málið um Eysturoyartunnil ikki kemur fyri á ólavsøku, hevur einki við innlatingardagin at gera.

- Ein rúgva av ymsum uppskotum eru komin inn – millum annað trý uppskot um Eysturoyartunnil, sigur Súsanna Danielsen.