Eingi prógv fyri at maður hótti við byrsu

Tað er orð ímóti orði í málinum, har ein limur í Sea Shepherd sigur, at ein sandoyingur hótti við byrsu

Tað kann ikki prógvast, at ein grindamaðurin á Sandi hótti ein lim í Sea Shepherd við byrsu.

Tað er niðurstøðan hjá ákæruvaldinum í Føroyum.

 

Tað var eftir nógv umrødda grindadrápinum á Sandi í summar, at ein limur í Sea Shepherd meldaði ein grindamann fyri at hava hótt seg við byrsu.

Limurin í Sea Shepherd, ein kvinna, var í Kringvarpinum og greiddi frá, hvussu skelkað hon var av hendingini.

 

Løgregln tók málið upp, men nú er so støða tikin til at sleppa málinum og sosttatt verður ongin ákæra reist í málinum.

Linda Hesselberg, ákæri, sigur, at tað er orð ímóti orði og at tey sostatt ikki koma eini uppkláring nærri í málinum.

 

Maðurin, sum skuldi havt hótt Sea Shepherd við byrsu, hevur váttað, at hann hevði byrsu í bátinum og at hann tók hana upp og vísti Sea Shepherd hana.

Men hann sigur, at tað var ikki fyri at hótta.

- Hann hevur greitt frá, at tað var tí, at hann vildi ikki vera raktur av einum av jarnrørunum, Sea Shepherd hevði við sær at styggja grindina aftur til havs við, sigur Linda Hesselberg.

 

Hendingin er á sinum sjónbandi, Sea Shepherd tók upp, men ákærin sigur, at tað kann ikki prógvast, at maðurin meddaði eftir limum í Sea Sheðherd, tí tað sæst ikki á myndunum, hvar tey eru stødd afturímóti byrsuni.

Maðurin hevur greitt frá, at einki hald er í frágreiðingini hjá Sea Shepherd, tí hon var ikki stødd, har hon sigur, at hon var stødd.

- Eftir teimum myndum, vit hava til taks, kann frágreiðingin hjá manninum ikki afturvísast, sigur Linda Hesselberg.

 

Hon vísir eisini á, at tað gingu fleiri dagar frá tí at hendingin fór fram til Sea Shepherd meldaði tilburðin.

Alt hetta tilsamans ger, at ákæruvaldið er komið til ta niðurstøðu at tað ber ikki til at útgreina málið so væl at rættarmál kann spyrjast burtur úr og tískil hava tey gjørt av at sleppa málinum, uttan at reisa ákæru.

Myndin er av upptøkunum hjá Sea Shepherd og sum vórðu vístar í KvF beint eftir hendingina.