Eingi heiðursmerki til Danmark

Bert at lata 16 mál fara inn má metast sum góðkent, men tá liðið samstundis bert megnar at skora 15, so er tað bara for vánaligt.

 

Tað eru øll samd um, eisini donsku leikararnir. Og Jan Pytlick var so rasandi sum ikki sæð áður, og skeldaði leikararnar illa.

 

Tapið merkir, at ikki bert gluppu heiðursmerkini av hondum, men tað gjørdi beinleiðis kvalifiseringin til HM í Brasilia næsta ár eisini. Og tað merkir, at Danmark nú skal leika tveir alt-ella-einki dystir móti Póllandi komandi ár.