Seinastu tíðina hava eingi festi verið leys at søkja. Nýggj lóg um landsjørð varð sett í gildi í november 2007, og lógin sær út til at virka til fulnar Síðani nýggja lógin um landsjørð kom í gildi 15. november 2007, er sjáldan komið fyri, at eitt festi hevur verið lýst leyst at søkja.
Sambært heimasíðuni hjá Búnaðarstovuni í Kollafirði er í løtuni einki festi leyst at søkja.
Á heimasíðuni hjá Hagar & Seyðamark, www.heimabeiti.fo, stendur, at eingin ivi er um, at ásetingin í § 4 í lógini um landsjørð er høvuðsorsøkin til, at so fá festi verða lýst leys at søkja.
Ásetingin í § 4, sigur nevnliga, at festarar hava rætt til at avhenda festibrøvini til persónar, sum lúka krøvini til jarðarbrúkskunnleika.
Hetta merkir, at festarin sjálvur skal taka støðu til, hvør skal festa eftir hann ella hana, um so er, at festarin leggur frá sær.
Áðrenn var tað soleiðis, at festarin segði festið frá sær og síðani varð tað upp til Búnaðarstovuna at seta annan festara.
At siga festið frá sær hevur tó ikki sama týdning í dag, tá festarin sjálvur avger, hvør skal festa eftir hann. Búnaðarstovan skal tó góðkenna nýggja festaran, men hevur nýggi festarin neyðugan jarðarbrúkskunnleika og býr á somu oyggj, so er góðkenningin bert ein formalitetur.
Kelda: www.heimabeiti.fo










