Eindarlistin nærkast Sosialdemokratunum

Í síðstu viku gjørdi danska stjórnin semju við ta borgarligu andstøðuna um eina nýskipan á skattaøkinum, og tann avgerðin kostar nú stjórnarflokkunum veljarar.

Ein nýggj meiningakanning hjá Voxmeter og Ritzau vísir, at hevði val verið nú, høvdu Sosialdemokratarnir fingið bara 15,9 prosent av atkvøðunum og 28 umboð á Fólkating. Á valinum í fjør fekk flokkurin 24,8 prosent og 44 tinglimir.

Sosialistiski Fólkaflokkurin, sum umsitur skattamál í stjórnini, missir eisini veljarar. Var val nú, hevði flokkurin fingið 5,4 prosent av atkvøðunum og 9 tinglimir ímóti 9,2 prosentum og 16 tinglimum á valinum í fjør.

Eindarlistin, sum hevur verið stuðulsflokkur hjá stjórnini, men sum var harðliga ímóti skattasemjuni, sum stjórnin gjørdi við andstøðuna, hevði fingið 12,3 prosent av atkvøðunum, um val hevði verið nú samanborið við 6,7 prosent á valinum í fjør. Sostatt er munurin millum Sosialdemokratarnar og Eindarlistan bara 3,6 prosentstig.

Tann stóri andsrøðuflokkurin, Vinstri, hevði fingið 34,9 prosent og 62 tinglimir, hevði val verið nú.