Einasti menningararmøguleiki er størri kommunur

Jógvan við Keldu

Um ikki kommunur vilja leggja saman frívilliga, eigur at verða lóggivið. Tað var ein av ósemjunum okkara millum, meðan eg sat sum landsstýrismaður, sigur Jógvan við Keldu m. a.:

Í dag verður so gott sum øll umisiting av føroyska sam­felagnum framd í og úr høvuðsstaði okkara.
Tórshavnar kommuna um­situr part av egnari kommunu, men er før fyri meiri enn hon nú ger, tí stødd­in er har.
Landsumsitingin umsitur stór­an part av Tórshavnar Kommunu, meðan lands­um­sitingin samstundis um­sitir nógv størsta partin av kommununum úti um í land­inum, sum eru so smáar, at tær ikki eru førar fyri at um­sita, tá umræður veruligan gev­andi kommunalpolitikk.
Tosað verður um, at alt verð­ur sentralt stýrt út frá høvuðs­staðnum. Høvuðs­or­søk­in til hetta er, at kommunu­politikarar ikki vilja síggja umsitingarliga veruleikan í eyguni.
Er ætlanin, at henda gong­din skal halda fram, at ongar umsitingar skulu út um høvuðsstaðin, so skulu kommunu og eisini landspolitikarar bert lata standa til. So slepst undan støðutakanum. Men rætt er tað ikki.
Suðuroyggin roynir í løtuni
Tað er ikki nóg mikið ídag, at ein kommuna bert hev­ur førleika at umsita m. a. kloakkir, vegagerðir, nakr­ar útstykkingar, nú eisini barna­ansingarøkið, og á fólka­skúlaøkinum bert um­sitingar av bygningum. Sein­asta skotið á bulinum ein vanskabningur av barna­verndarøkinum, har kommun­ur ikki sjálvar ráða, men limir úr ymsu kommununum hava fingið síni umboð í økinum.  Hetta er ikki verulig kommun­al um og fyrisiting. Dømi eru eisini um, at hetta kann gerast ein hurluvasti við einum fjákutum vali av samstørvum.
Vit kunnu fegnast um arbeiði Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri nú ger, fyri at fáa Suðuroynna savn­aða í eina kommunu.  Hetta er møguleikin  ja ein­asti møguleiki  hjá Suður­oynni at yvirliva.
Kommunurnar mugu »ganga plankan út«!
Einasti møguleiki
Visión 2015 skal innibera størri og færri kommunur, sum er einasti møguleiki fyri at fáa umsitingar úti um í landinum.
Tað tykist, sum bæði for­maður Javnaðar og Fólka­floksins eru ímóti at leggja trýst á kommunurnar fyri samanlegging. Hetta hevur møguliga sín uppruna í geografiska plássinum, teir búgva í.
Einki endamál er at tosa um eina visión 2015, um ikki stigini verða tikin nú, so henda visión kann gerast veruleiki. Sum nú er, gerst hetta ikki annað enn innihaldsleyst prát, sum politiska skipanin framhaldandi kann fóðra og møuliga hugtaka føroyska fjølmiðlaheimin við.
Einasti møguleiki fyri at økini veruliga kunnu mennast er størri um­­siting­ar­ligar eindir við størri kommun­um. So koma eisini onnur mál við tíðini út á økini.