Vit venja okkum alt ov lætt við tað. Politisku málini fyri framtíðina drukna í valdsdystum og teirri sonevndu “telvingini”. Nú skákar ein her í samgonguni. Tá leypir annar um borg. Onkur rókur ella bispur leypir sjálvir av borðinum. Og soleiðis fer øll dagsskráin, politiska orkan og fjølmiðlaviðgerðin. Hvør roynir í sínum lagi at flyta ein leik í dag, sum fær áhugan at venda sín veg, inntil næsti leikur er fluttur.
Og tað einasta, ið millum manna verjir hesa gongd, er grundgevingin um, at tað finst onki alternativ(!). Men sjálvandi finnast alternativ. Eitthvørt alternativ er í veruleikanum frægari enn vantandi stjórningin í løtuni. Tí hon máar alt sjálvsálit burtur og skapar djúpa líkasælu kring seg. Øll mál og trupulleikar, ið stinga seg upp, verða vend til misálit á okkum sjálv sum fólk, heldur enn til loysnir, ið hava eitt mál og mið. Og tað kostar okkum í veruleikanum nógv meira enn vantandi fíggjarstýringin.
Vit skulu megna tað
Okkum tørvar eina stjórn og eina politiska leiðslu, sum bindur seg til at seta greið langtíðarmál og at halda seg til grundleggjandi prinsipp og hugsjónir í sínum arbeiði. Okkum tørvar eina stjórn, ið sigur: Vit fara sum samfelag og fólk at megna at vinna á trupulleikunum, og tað gerst ikki við at reka “frá hondini í munnin-politikk”.
Vit hava lært av søguni og seinastu árunum – og altjóða fíggjarkreppan hevur prógvað tað um allan heim – at bráðvøkstur og bráðstøðgur skapar onga javnvág og langtíðarmenning. Men bert sosialan ójavna og tilvild. Vit kunnu ikki dúva uppá virðir og tilfeingi, ið ikki kunnu endurnýggjast, og sum ikki hava veruligt skapandi virksemi aftanfyri seg. Har vit bert kappast um at fáa fatur á blokki, lánum ella peningi, ið so flytast ímillum geirar, fyritøkur og fólk. Okkara avbjóðing at venda hallinum í landsbúskapinum, er júst sama avbjóðing sum at gera okkum leys av blokkstuðli og at umsita okkara náttúru- og menniskjaliga tilfeingi. Og við eini langtíðarætlan skulu vit sjálvsagt skapa álit á, at vit megna tað.
Úr tilvildartelving til langtíðarmál
Okkara boð um eitt greitt alternativ kann í fyrsta umfari setast upp í hesi langtíðarmál og lyfti um, hvussu vit vilja arbeiða. Víðsjón okkara er: Einar frælsar, grønar, javnar og skapandi Føroyar.
Føroyar skulu gerast ein grønur miðdepil í Norðuratlantshavi, sum megnar at umsita tað ovurstóra náttúrutilfeingið, ið vit eiga, burðardygt - og megnar at gagnnýta og leggja um til varðandi orkukeldur
Ein fiskivinnureformur verður framdur við uppskotinum hjá Tjóðveldi um tilfeingisbúð sum grundarlagi.
Ikki varðandi inntøkur og eingangsinntøkur skulu í Búskapargrunn, har avkastið verður nýtt til framtíðaríløgur.
Vinnupolitikkurin skal skapa javnar kappingartreytir millum nýggjar og verandi vinnur og eggja til íverksetan.
Altjóða universitet, gransking, útbúgving og mentan eru fremsta íløguøkið komandi 10-15 árini. Annað er okkara altjóða infrakervi út í heim við flogvølli, tele- og orkusamskifti, heilsusamstarvi við okkara grannalond, handilsavtalum og altjóða samstarvi á øllum týðandi økjum.
Føroyingar samtykkja egna grundlóg og taka á fólkaatkvøðu avgerð um at skipa seg sum sjálvstøðugt land – og hetta er fortreytin fyri at fremja settu málini. Annars kunnu vit sita og togast í 20-30 ár afturat, har vit hvørki eru fuglur ella fiskur í heiminum og skeldast um, hvør skal fíggja okkara lív og vælferð.
Ongin fíggjarlóg verður samtykt uttan at hon hevur eina greiða langtíðarætlan fyri raksturin av hvørjum málsøki sær – t.e. at hvørt játtanarøki skal minka ella vaksa so og so nógv næstu 10 árini.
Rættartrygd og rættindini hjá sosialt og fíggjarliga veikastu samfelagsbólkunum eru fremsta ýtið í at endurskoða almennu sosial- og heilsuskipanirnar.
Ongin størri íløga verður samtykt uttan so, at hon er partur av langtíðarætlan, ið røkkur minst 10 og helst 15 ár fram.
Ongi mál verða skrumblað ígjøgnum samgongur og ting. Øll mál skulu hava veruliga fólkaræðisliga viðgerð og øll saklig atlit lýsast.