Einar aftur til NSÍ

Eftir eitt ár í útlegd á Toftum, verður 24 ára gamli Einar Tróndargjógv (v.m.) aftur næsta kappingarár at síggja í gulu og svørtu klæðunum, tí í gjárkvøldið skrivaði hann undir sáttmála, so hann í 2013 spælir við NSÍ í Effodeildini.

 

– Tað er altíð gott at koma heim, og eftir at hava roynt meg í B68 hetta eina árið, vildi eg fegin aftur til NSÍ, sigur Einar Tróndargjógv, ið bert hevur havt okkurt smávegis samband við okkurt annað felag, men helst vildi sjálvur aftur til barndómsfelagið.

 

– Farna kappingarár vildi eg royna okkurt annað, og tað var eisini stuttligt, hóast tað kanska ikki gekk akkurát, sum man ætlaði tað. Tað var so tað, og nú verður tað so NSÍ næstu tvey árini, og tað gleði eg meg til at koma í gongd við.

 

Andrias og Arni eisini

Umframt Einar, so skrivaði eisini Andrias Klein á Líknargøtu (h.m.) í gjárkvøldið undir við NSÍ næstu tvey árini, og í hansara føri er talan um at longja verandi sáttmála, tí hann hevur ikki spælt aðrastaðni enn í NSÍ.

 

22 ára gamli framherjin hevur higartil spælt 17 dystir við besta liðnum hjá NSÍ og skotið eitt mál, umframt at hann hevur spælt við í onkrum av europeisku dystunum hjá NSÍ í ár og í fjør, men hann eigur enn nógv ár til góðar.

 

Harumframt hevur eisini 19 ára gamli miðvallarspælarin, Arni Gregersen, herfyri skrivað undir ein eitt árs sáttmála við NSÍ, sum sostatt sær út til at hava gott og væl sama hóp sum farna kappingarár.