Einalærari settur í Hovi

Mentamálaráðið hevur sett Óla Johannesen í starv sum einalærari í Hovs skúla. Óli tekur við starvinum mánadagin 19. mars 2007.

Óli Johannesen tók prógv sum lærari á Føroya Læraraskúla í 1999 og hevur eftir lokna útbúgving verið lærari í Tvøroyrar skúla og læraravikarur í Skúlanum á Leiti og í Hvalbiar skúla.