Eina smidligari fiskidagaskipan

? Tað skal bera til at skifta frá ytru fiskidagaleiðunum til innara uttan at bróta túrin av, heldur Henrik Old

Eirikur Lindenskov


? Vit skulu hava eina smidligar fiskidagaskipan.

Tað er í stuttum endamálið við uppskotinum hjá Henriki Old um broyting í lógini um vinnuligan fiskiskap.

Henrik Old legði uppskotið fyri tingið týsdagin. Hann skjýtur upp, at lógin um vinnuligan fiskiskap verður broytt soleiðis, at tað skal bera til hjá fiskifari at fiska á innaru leiðunum uttan at bróta túrin av, um teir fyrst hava roynt á uttaru leiðunum.

Henrik Old sigur, at sum støðan er í dag er tað alt ov tvørligt at reka fiskiskap - serliga hjá partrolarunum og línubátunum.

? Nú í vetrarhálvuni er ofta ikki roynandi uttan fyri ringin vestanfyri vegna veður, sjálvt um tað er væl roynandi á innaru leiðunum eystanfyri, sigur hann.

? Men um fiskifar fyrst hevur roynt uttanfyri, ber ikki til at fara innum at royna uttan at bróta túrin av, sigur hann.

Tað er hetta hann við lógaruppskotinum vil broyta.

? Hetta er so niðurbrótandi fyri hugin hjá teimum, sum fiska, sigur Henrik Old. ? Verður tað t. d. sjaskveður ein fríggjadag, so verða menn nú noyddir at bróta túrin av og fara inn at landa. Úrslitið er, at teir sleppa ikki útaftur fyrr enn mánadag.

? Avleiðingin av verandi skipan er, at í staðin fyri at størri skip royna á ytru leiðunum, so at betri pláss verður á innaru leiðunum, og at trýstið verður minni á stovnin, elvir hon til, at størru skipini nú aftra seg við at fara út um at fiska, tí so sleppa tey ikki innaftur, viðrar illa, sigur Henrik Old.

Henrik Old skýtur tí upp, at skipanin verður gjørd smidligari, soleiðis at til ber at skifta frá ytru fiskidagaleiðini á innaru fiskidagaleiðina uttan at bróta túrin av og fara inn at landa.

Henrik Old sigur eisini, at skipanin ikki bara er óheppin fyri teir, ið reka fiskiskap, men at skipanin eisini hevur við sær øktar útreiðslu fyri minstulønarskipan, sum kundi sloppist undan, um skipini kundu gjørt túrin lidnan á innaru leiðini.

Broytin hjá Henriki Old er soljóðandi:


»Hevur fiskifar boðað frá, at fiskað verður á ytru fiskidagaleið, og seinri á sama túri ætlar at fiska á innaru fiskidagaleið, skal boðast Fiskiveiðueftirlitinum frá hesum í minsta lagi 4 tímar áðrenn farið verður inn á innaru fiskidagaleiðina at fiska.«


Henrik Old sigur, at endamálið við umbýtinum av fiskidøgunum millum innaru og ytru leiðina, var í mest møguligan mun at fáa skip at royna á uttaru leiðini, men sum skipanin í seinastuni hevur virkað, er gongdin tann øvugta.