Ein vitjan við krubbuna hjá Jesubarninum

Tað vóru fýra vitjanir hjá Jesubarninum, tá hann var nýføddur, vit fara í hesi greinini at hyggja at tí allarfyrstu.

Poul Jóhan Djurhuus

Gjaranes@olivant.fo


Jólagrein



Tað vóru fýra vitjanir hjá Jesubarninum, tá hann var nýføddur, vit fara í hesi greinini at hyggja at tí allarfyrstu.


1)Hirðarnir, Luk.2,15-20v.

2)Vísmenninir, Matt.2,1-12v.

3)Símeon, Luk.2,25-35v. 4)Anna Fanuelsdóttir, Luk.2,36-38v.


Fyrsta vitjanin vóru hirðarnir av Betlehems markum. Hirðar vóru ikki tann stættin, sum varð mest vird millum manna. Millum Egyptar, vórðu hirðar mettir sum tann lægsta stættin av øllum. Kortini vóru tað júst hirðarnir, sum hoyrdu tey fyrstu gleðiligu jólaboðini. Gleðiboðskapurin er til øll menniskju, bæði høg og lág.


Júst í hesum døgum er eitt føroyskt ferðalag og vitjar í Ísrael saman við ferðaleiðaranum, Svenning av Lofti. Jólaaftan vóru tey úti á markini í Betlehem, har tey hildu jól. Tað verður gjørt nógv burtur úr jólunum í Betlehem á hvørjum ári, og tað er spennandi hjá hesum føroyska ferðaliðinum, at uppliva jólini, á staðnum, har tey fyrstu jólini vórðu hildin. Jólahirðarnir sótu úti á Betlehems markum hesa náttina, fyri 2000 árum síðani, sum teir so mangan áður høvdu gjørt tað, og ansaðu eftir seyðafylginum.


Var ein seyður sjúkur ella veikur, so gav hirðin seyðinum serliga umsorgan. Var ein seyður saknaður í fylginum, so fór hirðin út at leita inntil hann fann seyðin. Varð ein seyður álopin av einum villdýri, so legði hirðin seg ímillum, og bjargaði seyðinum, og harvið vágaði sítt egna lív. Hirðarnir syrgdu fyri, at seyðurin fekk nóg mikið at eta og drekka.

Ein góður hirði hevði umsorgan fyri seyðinum, og tað kundi síggjast aftur, tá bóndin skuldi slakta seyðin. Sálmur 23 er besta dømi um ein góðan seyðahirða.


Seyðurin varð ikki einans nýttur til føði, men eisini til offringar í Templinum, og tí mátti tað farast væl um seyðin, tí tað var ikki eitt og hvørt lamb, sum kundi nýtast sum offur. Júst hetta kundi fáa ein hirða at kenna seg at hava eitt sera týdningarmikið og heilagt arbeiði.


Ein serlig nátt


Hendan náttin, úti á markini í Betlehem, varð ein serlig nátt, tí alt í einum verður ljóst rundan um teir, og ein eingil stendur har. Tá teir ikki høvdu upplivað slíkt áður, so ivaðust teir og óttaðust, men eingilin hevði ein forvitnisligan og áhugaverdan boðskap til teir, sum teir lurtaðu væl eftir og løgdu sær í geyma.


Eingilin sigur við teir, at í dag er stór gleði fyri alt fólkið, tí í dag er Frelsarin føddur. Saman við hesum einglaorðum hoyrdu teir einglasang um dýrd og frið Guds. Eisini søgdu einglarnir hirðunum at Frelsarin lá í eini krubbu. Siðani fóru einglarnir aftur til Himmals, men hirðarnir stóðu eftir á Betlehems mark og undraðust yvir tað teir høvdu sæð og hoyrt. Nú stóðu hirðarnir brádliga yvirfyri einum vali – skuldu teir fara at síggja barnið ella skuldu teir bara lata standa til?


Tá vit menniskju hoyra gleðiboðini um Jesus Frelsaran, tá setur tað okkum yvirfyri einum stórum vali – skulu vit lata standa til ella skulu vit fara!? Hvat vit velja at gera við gleiðboðskapin kemur at avgera okkara ævigu sælu. Hirðarnir finnast í Himli í dag, tí teir tóku eitt rætt væl hesa náttina á markini í Betlehem.


Teir gjørdu tað, sum rætt var, teir fóru avstað. Teir høvdu fingið eina áning um hvar mamman og barnið vóru, tí eingilin hevði sagt, at tað lá í eini krubbu. Teir leitaðu ikki inni í fínastu gistihúsunum í Betlehem, men leitaðu í nøkrum av fjósunum í Betlehem – og brádliga hoyrdu teir kanska barnagrát og funnu Jesu-barnið!

Hirðarnir vóru teir allarfyrstu av menniskjum, sum søgdu øðrum frá um Jesus. Teir søgdu Mariu og Jósefi alt, sum einglarnir høvdu sagt teimum, og tað var ikki smáting, sum teir høvdu fingið at vita frá einglunum: Hann var Frelsarin, hann var Messias/Kristus, hann var Harrin, hann kom í stað Dávids og hann kom við friði til jarðar. Maria vitsti ikki hvat hon skuldi hugsa um alt hetta, sum varð sagt henni av hirðunum, men hon goymdi tað væl og virðiliga í sínum hjarta og hugsaði hvønn dag um alt hetta undurfulla.


Søgan um barnið í krubbuni í fjósinum í Betlehem og tað fátæku mammunna hevur altið verið knýtt til hugna og eitt sindur av romantikki. Tí er tað, at vit gera so nógv burtur úr jólunum, meira enn á páskum og hvítusunnu. Øllum dámar søguna um barnið í Betlehem. Tað er einki, í sjálvari søguni, sum voldir menniskjum ástoyt; men hyggja vit við somu eygum sum hirðarnir gjørdu, so síggja vit longri fram enn bert tað hjálparleysa barnið i krubbuni, og tá er tað, at mong fáa ástoyt – líðingin, krossurin, grøvin og uppreisinin.


Vit mugu koma longur enn til barnið í krubbuni í Betlehem. Vit mugu koma longur enn til Betlehem. Vit mugu koma til Golgata og krossin, grøvina og uppreisinina. Annars er eingin frelsa og eingin sonn jólagleði. Hirðarnir sóu ikki bara barnið, annars høvdu teir ikki lova og prísa Gudi, men teir sóu kongin og Harran í stað Dávids, teir sóu Kristus, Guds salvaða Messias, teir sóu frelsaran, og teir sóu tað sanna offurlambið fyri teirra synd.


Hirðarnir vitjaðu krubbuna við Jesu-barninum, og teir høvdu eitt persónligt møti við Orðið, sum var Gud opinberaður í holdi. Teir trúðu orðinum um Sonin, upplivdu frelsuna í sínum egna lívi, og tí fóru teir lovsyngjandi, prísandi og tilbiðjandi út aftur á Betlehems markir. Aftaná hesa náttina vóru teir ikki somu hirðar, men broyttir menn.


Tú, sum lesur hesar reglur, sært tú einans barnið í krubbuni? Er tað tann einasti jólasálmur tú eigur í tínum hjarta? Kom longur! Síggj Sonin, sum var givin tær til frelsu frá synd og banni. Hesa frelsu vann hann tær á Golgata, og frelsan kann gerast tín bert við at trúgva. Tú kann úttrykkja tína trúgv á Son Guds, við at takka Gudi fyri, at hann sendi Son sín her til jarðar at doyggja fyri teg. Tá hevur tú eisini upplivað eina vitjan við krubbuna hjá Frelsaranum úr Betlehem, sum hevur broytt títt lív og givið tær ein nýggjan jólasálm í hjarta.


Eitt gott nýggjár saman við Frelsaranum úr Betlehem.