- Fleiri línuskip - helst eini sjey ella átta í tali - koma inn at landa í morgin. Flestu skipini hava mest av brosmu og longu, men nakað verður eisini av toski og hýsu, svartkalva og blálongu.
Tað sigur Fiskamarknaður Føroya, sum leggur aftrat, at seinni í vikuni koma eisini nøkur línuskip aftrat, flestu við brosmu, longu, blálongu, svartkalva, toski og hýsu.
- Streymurin verður vánaligur, og veðurvánirnar eru ikki góðar, serliga fyrst í vikuni. Tí vænta vit ikki nógv av útróðri. Tað, sum kemur, verður mest toskur og hýsa.
Fýra djúpvatnstrolarar eru til vanligan fiskiskap. Teir fáa mest av upsa, men fiskiskapurin er smáligur. Tveir trolarar koma inn at landa í vikuni, og hinir báðir koma helst inn í næstu viku. Aðrir djúpvatnstrolarar, sum eru til fiskiskap, frysta veiðina umborð.
- Flestu partrolarar eru til fiskiskap. Teir fiska upsa, men veiðan er einki serlig. Skipini koma inn at landa, sum vikan gongur.
Fiskamarknaður Føroya visti fríggjadagin at siga, at tveir trolbátar eru til fiskiskap. Teir fáa mest av toski, havtasku, upsa, longu og hvítingi. Væntandi koma báðir bátarnir inn í morgin. Aðrir trolbátar fara út aftur, tá líkindini batna.
Trý garnaskip eru til fiskiskap. Ein fiskar svartkalva eystan fyri og landar helst í vikuni. Ein fiskar havtasku og landar væntandi mánadagin ella miðskeiðis í vikuni.
- Triðja garnaskipið fiskar svartkalva og frystir veiðina umborð, sigur Fiskamarknaður Føroya um útlitini fyri vikuna sum kemur.
Myndina eigur Súni í Hjøllum.