Ein vika í uppvenjing hjá Gunnari Nielsen

- Vikurnar broytast sjálvandi so hvørt sum eg kann gera fleiri rørslur. Tað er sum regul fastlagt hvussu ein vika sær út í gerandisdøgunum, men tað kann órógva um onkur dystur er okkurt tíðspunkt, sum ikki er vanligt. Men annars plagar ein vanlig vika fyri tíðina at síggja nakað soleiðis út:

Mánadagur:
8:30 Skal møta klokkan 9:30, so eg fari upp í góðari tíð og fái mær havragreyt, tvær eyggjahvítir og protein tilskot.
9:30 Fyrsta korterið verður brúk til at gera knæið klárt til venjing. Tað skal hitast upp og hava eitt sindur av viðgerð. Hendan
10:00 Síðani skal eg gera styrki venjingar har vit ikki nýta vektir. Tað vil siga, at eg brúki bara kropsvektina sum mótstøðu.
12:30 Eftir venjing skal ísur á knæið. Eg venji nógv í løtuni so tað er pasta, rís og protein til døgura.
13:30 Seinna venjingin byrjar klokkan 13.30 og tað málmansvenjing við bólti. Hon plagar at vara í hálvan annan tíma.
16:00 Aftaná skal ísur aftur á knæið og so í brúsu og so heim. Tað er ikki fastlagt hvat vit skulu eta um kvøldarnar, men tað skal verða sunnur kostur. Tað er týdningarmikið at eta oftani fyri at halda kroppin í gongd.
Áðrenn eg fari í song fái eg mær aftur protein tilskot.

Týsdagur:
Fyrrapart er tað yvir tveir tímar av styrki venjing við vektum. Seinna part er tað rørslu og kvikleika venjing. Eg plagi at enda dagin við eitt sindur av glíming við einum av styrkivenjaranum, sum millum annað venur judo.

Mikudagur:
Hesin dagur er meiri róligur enn tveir teir fystu dagarnir í vikuni. Fyrra partin byrjar venjingin við at súkkla í tjúgu minuttir. Síðani geri eg venjingar í hyli í eina tíma og endi fyrra partin við at skiftivís fara í heitt og kalt bað.
Seinna partin havi eg frí til at hvíla meg í.

Hósdagur:
Hesin dagurin minnir nógv um mándag. Málið við venjingini er tað sama, men vanligt er at øvilsini eru ymisk. Fyrrapart er tað styrki venjing uttan vektir og seinna part er málmansvenjing á skránni. Dagurin endar við einum uttandura súkklitúri upp á góðar tjúgu kilometrar.

Fríggjadagur:
Málið fríggjdag er tað sama sum týsdag, men tað er ymsikt hvørji øvilsin vit nýta. Fyrra partin er tað venjing við tungum vektum, meðan tað seinna partin er rørslu og kvikleika venjing. Eg plagi at enda dagin við eitt sindur av nevaleiksvenjing fyri at ordiliga at venja ígjøgnum.

Leygardagur:
Leygardag er bara venjing fyrra part. Tað plagar at verða kondi og styrki venjing. Seinna partin plagar dystur á verða skránni.

Sunnudagur:
Hetta er einsamalli frídagurin í vikuni og hann skal nýtast til at hvíla og samla orku til enn eina harða viku.