Ein veg uttan um bygdina

KOLLAFJØRÐUR: Sambært Samferðsluætlanini hjá Landsverki fyri árini 2008 til 2020 finst ein ætlan um ein umkoyringarveg um Kollafjørð.

Talan er um eina útbygging av høvuðsvegakervinum, har ein leggur hesa umkoyringina um bygda økið Inni í Firði, ístaðin fyri høvuðsvegin sum í løtuni verður brúktar av omanfyri 4000 bilum í miðal um samdøgrið.

Ætlaða arbeiðið er mett at taka trý ár og skuldi á sinni kosta 25 mió krónur. Einki varð tó sagt um, nær byrjast skuldi.