Tá ferðsluliðið hjá løgregluni í gjár var úti og kannaði ferðsluna, var ein persónur tikin, sum ikki hevði førararætt at koyra bil. Hann hevði mist koyrikortið og ikki tikið tað aftur.
Síðani fekk løgreglan fráboðan um seyð, sum fráboðarin ikki helt hevði tað so gott. Løgreglan fór á staðið, og djóralækni er boðsendur at taka sær víðari av tí. Sambært vaktleiðaranum á politistøðini var talan ikki um álvarslig brot, men fráboðarin helt, at seyðurin ikki sá út til at hava tað so gott.
Djóralækni skal nú kanna málið at vita, um tað bara verður ein átala um at fáa betri skil á, ella um nakað víðari skal gerast við málið.










