Kaj Leo Holm Johannesen, Bjørt Samuelsen, Magnus Rasmussen, Ingilín Didriksen Strøm, Uni Holm Johannesen – og so tey 8-10, sum ikki verða afturvald á løgtingsvalinum 26. mars, fara á sín seinasta tingfund í dag.
Tað fara tey, tí løgtingsforkvinnan eftir umbøn frá Margit Stóra, landsstýriskvinnu í heilsumálum, hevur biðið um, at lógina um at játta 33,8 milliónir til H-bygningin á Landssjúkrahúsinum verður samtykt, so lekarnir í bygninginum kunnu tettast. Samstunds verður so eisini gjørd ein teknisk broyting í lógini um avgjald á snús.
Tey tingfólkini, sum hava boðað frá, at tey ikki stilla uppaftur eru hesi:
Bjørt Samuelsen, sum fekk 759 atkvøður á seinasta vali
Ingilín D. Strøm, sum fekk 787 atkvøður á seinasta vali
Uni Holm Johannesen, sum fekk 342 atkvøður á seinasta vali
Magnus Rasmussen, sum fekk 712 atkvøður á seinasta vali
Kaj Leo Holm Johannesen, sum fekk 308 atkvøður á seinasta vali.
Tilsamans fingu hesi fimm 2.908 atkøvður.
Harumframt er Sólvit Nolsø farin úr Løgtinginum. Hann segði tingstarvið frá sær í heyst og boðaði frá, at hansara tíð sum løgtingsmaður er farin. Hann fekk 249 atkvøður á seinasta løgtingsvali.
Jaspur Langgard, sum hevur sitið á tingi sum varamaður fyri Kaj Leo Holm Johannesen í eitt gott ár, hevur eisini boðað frá, at hann ikki stillar uppaftur. Hann fekk 256 atkvøður á seinasta løgtingsvali.
Hjá hesum sjey fólkum ganga 3.413 atkvøður »leysar«.
So eru tað tey, sum ikki verða afturvald. Útskiftingin kann liggja um 10-12 tingfólk, sum verða útskift – tí kunnu eini 5-6 leggjast afturat hesum, sum ikki stilla uppaftur.
Tingfundurin, sum verður tann seinasti hesu megin valið verður í dag klokkan 13.










