Russisk dronuálop í Odessa-regiónini

Guvernørurin, Oleh Kiper, skrivar á Telegram, at turrgoymslur og bingjur vórðu oyðiløgd í álopinum

Myndin er úr Odessa, men hon er ikki frá russiska dronuálopinum í regiónini í nátt

Russiskar dronur lupu í nátt á havnina og á flutningskervið har suðuri í Odessa-regiónini.

 

Odessa er havnarbýur, sum liggur út til Svartahavið, og tað er guvernørurin í økinum, sum ber hesi tíðindi.

 

Tað er Reuters sum endurgevur.

 

Guvernørurin í regiónini, Oleh Kiper, skrivar á Telegram, at turrgoymslur og bingjur vórðu oyðiløgd í álopinum.

 

Sambært Oleh Kiper eru higartil ongar fráboðanir komnar um, at nakar hevur latið lív í russiska álopinum á Odessa.

 

 

 

Myndin er úr Odessa, men hon er ikki frá russiska dronuálopinum í regiónini í nátt