Hugleiðingar
"Møguleikarnir, sum tað almenna ongantíð sá...".
Hetta var heitið á eini grein í Sosialinum herfyri um sjóvegis farleiðina millum Skálafjørðin og Havnina. Siglingin, sum so ofta hevur verið í andglettinum seinastu árini, er nú ikki til meira, og hesaferð bendir einki á, at hon reisir seg afturí tí líki, hon hevur verið rikin. Gongst sum ætlað, kunnu vit vænta, at ein nýggj farleið á privatum grundarlagi fer av bakkastokki um einar tveir mánaðir. Ætlandi verður siglt millum Skálafjørðin og Sund við ferju, sum verður keypt úr Noregi. Hugskotið er gott, men torført kann vera at byggja uppaftur tað, sum við árunum er máað burtur. Og tó; her er eitt grundarlag, sum røttu fólkini við hugflogi umborð á rætta skipinum eiga at kunna byggja á.
Í sínari tíð, sum ikki vóru øðrvísi enn tær, vit hava í dag, sigldi Dúgvan mangan fullsett millum Skálafjørðin og Havnina. Var skipið á beding, hendi tað seg, at tey størru skipini hjá Strandferðsluni, Smyril ella Teistin, vórðu sett at sigla onkran túrin. Tey, sum hava fylgt við á økinum, siga, at tað enntá kom fyri, at hesi stóru skip eisini sigldu fullsett.
Seinastu árini hevur gamla Terna røkt hesa farleið. Skipið hevur bara siglt við ferðafólki, ikki við bilum. Grundarlagið hevur verið ov veikt, og farleiðin hevur givið undirskot. Krøvini, sum ferðafólk seta, eru vorðin størri. Skipið er gamalt, ótíðarhóskandi og ikki serliga væl egnað, tá ið landnyrðingurin ella lágættirnar gera um seg suðuri í fjørðinum. At skipið ikki hevur tikið bilar, hevur sjálvsagt minkað um grundalagið undir farleiðini. Hinvegin er gamla Terna ikki serliga væl egnað til bilaflutnig, tí trongt er hjá bilførarum, sum standa har frammi í skipinum, at bakka bilin í land aftur. Tað er líkasum, at bilurin fæst ikki leysur frá skipssíðuni.
Manningin umborð á gomlu Ternu hevur altíð verið fryntlig og fyrikomandi. Saman við ov fáu, men trúføstu ferðafólkunum, hava manning og ferðafólk virkað sum ein "familja" á túrunum millum Skálafjørðin og Havnina.
Henda sigling, sum hevur sínar røtur heilt aftur til Thorshavn Mælkeforsyning-og Margarinfabrik, er nú farin í søguna.
Men, sum Sámal Petur í Grund segði, tá ið hann fall við seinasta løgtingsval: "Tá ið ein hurð fer aftur, lata aðrar hurðar seg upp..."
Alt bendir á, at tað verða Sámal Petur og aðrir góðir menn, sum fara at leggja lunnar undir eina nýggja rutu millum Skálafjørðin ? og Sund.
Myndin av sólini, sum hongur yvir Stongini í Nólsoy, er tikin á seinastu ferðini hjá mær heim úr Havn við gomlu Ternu.
Ein vakur seinasti morgun...
Nú bíða vit í spenningi eftir tí morgni, tá ið nýggja farleiðin byrjar.










