Fuglafjørður: - Hetta er ein sonn lýsing av hesum andaliga stríðsmanninum Victor Danielsen!
Tað var ein afturvendandi setningur, sum varð sagdur í sambandi við hátíðarligu løtuna, tá standmyndin hjá listamaninum Hans Paula Olsen varð avdúkað í gjár.
Tað var býráðið í Fuglafirði sum í síni tíð setti niður eina serstaka nevnd at taka sær av hesum málinum. Arbeiðið var nú umsíðir komið so langt, at standmyndin var liðug og kundi avdúkast í býnum, har hann búði meginpartin av lívi sínum.
Talan er um eina vakra og upprætta standmynd av hesum manni, sum legði bæði lív og sál sína í fyri gleðiboðskapin í skrift og talu á føroyskum. Tað var tí ikki uttan orsøk, at onkur sammetti Victor Danielsen við andaliga stríðsmannin úr 1. øld, Paulus ápostul.
Undir liðini á standmyndini er sett ein ovurstór hond við einum fyllipenni í, og frammanfyri hesa vóru skrivað tey fyrstu ørindini úr 1. Mósebók, tá Victor í síni tíð byrjaði at týða alla Bíbliuna.
- Henda hondin hjá Victori kundi eins væl verið ein mynd av Guds hond – ella ein mynd av, hvussu Victor lat seg brúka í andaligari tænastu fyri frelsara sín, ið hann hevði sett álit sítt á, var onkur sum tók til frammanfyri standmyndini.
Á hátíðarhaldinum slapp Helena Dam á Neystabø at halda sína fyrstu røðu sum landsstýriskvinna í mentamálum. Umframt hana hildu biskuppurin Jógvan Fríðriksson, formaðurin í nevndini fyri standmyndini Jóhan Heri Joensen og borgarstjórin Sigurð Simonsen røður. Við hetta høvið sang fuglfirðingurin Stanley Samuelsen og Siloa-kórið eisini tveir sangir eftir Victor Danielsen.
Á samkomu í Mentanarhúsinum aftaná helt Zacharias Zachariassen fyrilestur um Victor Danielsen, eins og sangluttøka var við Hannis Hansen, Stanley Samuelsen, Siloa-kórinum og við brøðrunum á Lakjuni.
Røkja og menna málið
Í røði síni vísti borgarstjórin í Fuglafirði, Sigurð Simonsen á, at Victor Danielsen taldist millum teir føroyingarnar, sum hava verið oyggjalandi okkara at frama.
- Í okkara lítla oyggjalandi hava búleikast kvinnur og menn, sum á ymiskan hátt, hvør á sínum móti, hava skarað framúr og gjørt slóðbrótandi verk til frama fyri bæði land og fólk. Soleiðis gjørdi hetta seg eisini galdandi á tí mentanarliga økinum, segði borgarstjórin.
Hann vísti á, at okkara móðurmál hevði sera trong kor og varð komið nær gravarbakkanum: Jens Chr. Svabo, ið var á kanningarferð í Føroyum í 1781-82 skrivar í sínum “Inberetninger”, millum annað: “Man finder nu om stunder intet Dokument skrevet på Færøsk, heller ikke forstår nogen, at bogstavere det sprog, der nu tales, så det kunne læses af andre”.
Hesin vánaligi standur móðurmálsins stóð við, líka til stórmennið í føroyskari málreising V.U. Hammersheimb í árinum 1846 legði lunnar undir móðurmál okkara, og gav sínum landsmonnum tað føroyska skriftmálið, hetta málið hann segði um: “et så dyrebart og helligt klenodie som modersmålet må være dem”.
- Nú okkara egna tungumál loksins varð vorðið til skriftmál, ráddi um at brúka, røkja og menna tað. Og tað var júst tað, sum hendi, tá ið næsta ættarliðið við Jákupi Dahl, prósti og Victori Danielsen, trúboðara í fremstu røð løgdu til brots, segði Sigurð Simonsen.
Og hann helt fram, at bæði samtíðin og eftirtíðin hevur givið hesum báðum tað skotsmál, at teir vórðu sannir móðurmálsins urtagarðsmenn.
- Báðir virkaðu teir í tí kristiliga jørðildinum, har tað er so umráðandi, at gleðiboðskapurin og alt ráð Guðs verður boðað og kunngjørt fólkinum á teirra egna máli bæði í skrift og talu.
- Tað eydnaðist eisini at geva føroyingum Bíbliuna, enntá í tveimum ymiskum týðingum, vísti hann á.
Stórmenni, ápostul og skald
Borgarstjórin í Fuglafirði vísir í røðuni á, at Bíblian í Victor Danielsens týðing kom út í 1949 og Bíblia Dahls og Viderøs í 1961.
- Hesi megnar avrik hava havt ein ómetaligan týdning fyri føroyska fólkið, samstundis sum tann føroyski málskatturin við hesum báðum týðingunum fekk ein stóran vinning og varð lyftur upp á hægri grund, segði sigurð Simonsen.
Umframt bíbliutýðing var Victor Danielsen óvanliga virkin innan sang- og sálmayrking og týðing. Í 1920 gav hann út saman við Jens av Reyni fyrstu føroysku sálmabókina. Í hesi vóru 85 sálmar – allir á føroyskum máli. 32 ár seinni kemur seinasta av fleiri sangbókum, ið Victor var við at geva út.
Tað var tann stóra “Songbók Guds fólks”, ið Nýggja Forlagið í Fuglafirði gav út í 1952. Henda bók hevði ikki færri enn 1125 sálmar og sangir.
Borgarstjórin vísti á, at Hargaskaldið mikla Pól F. sigur í ørindi í yrking, hann skrivaði, tá ið Victor Danielsen andaðist í 1961:
Eitt stórmenni, ápostul og skald
Við tær av fold er farið,
Tú Bíbil og sálmabók føroyingum gav,
Tær verða tín minnisvarði.
- Í dag skulu vit so avdúka standmynd av mentamanninum og trúboðaranum Victori Danielsen.
- Ongin ivi er um, at hjá Victori mundi tað vera eins og hjá Paulusi ápostul, at hann sá fram ímóti tí Himmalsku lønini. Men Bíblian sigur eisini, at teir, ið læra og tala Guðs orð, eiga tvífaldaðan heiður longu her á jørðini,segði Sigurð Simonsen, áðrenn hann endaði við hesum orðum.
- Eg vil tí til seinast takka Fuglafjarðar býráð fyri hetta átak at sýna einum av okkara føðilandssynum og bygdarmanni okkara Victori Danielsen henda heiður at reisa hesa standmynd her í Karvatoftum í Fuglafirði.










