Seinastu tíðina hevur landsstýrið sett tiltøk í verk í eini roynd at eggja fólk til at fáa sær elbil. Eitt nú skulu fólk ikki rinda avgjøld í landskassan av elbilum, umframt at prísurin fyri at løða elbilar, fer at lækka.
Og sum heild er neyvan nakar ivi um, at talið á elbilum fer at veksa munandi næstu árini. Løgtingið viðgjørdi aftur spurningin fyrr í vikuni og tá reisti Helena Dam á Neystabø, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, ein spurning í sambandi við elbilar, sum eingin hevur reist fyrr.
Tað, sum nógv halda er ein stórur fyrimunur við elbilum, er, at teir eru púra ljóðleysir. Men tað kann vera ein ferðsluvandi hjá fólki, sum eru blind og sjónveik. Fólk, sum eru blind og sjónveik, brúka í stóran mun oyruni at orientera seg við, og fyri at orientera seg um tað, sum er rundan um tey.
Men Helena Dam á Neystabø sigur at fleiri fólk hava vent sær til hennara og víst á, at tað kann vera ein trupulleiki hjá teimum, sum eru blind og sjónveik, at tey ikki hoyra elbilar. Og hon heldur, at hetta er ein spurningur, landsstýrið eigur at taka upp, so at vit ikki seta ferðslutrygdina í vanda hjá øllum teimum, sum kunnu kunnu brúka eyguni at orientera seg við.
Hon sigur, at hetta er ein trupulleiki, sum vit eiga at sleppa undan, og hon heldur seg vita, at aðrastaðni arbeiða tey við loysnum á hesum øki. Og tískil heitir hon eisini á landsstýrið um at fylgja við, so at eisini fáa loyst hendan trupulleikan í Føroyum