Ein tikin fyri fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka

Ein maður varð um tveytíðina í nátt handtikin fyri rúsdrekkakoyring

Tað var í nátt klokkan tvey, at løgreglan steðgaði einum bili, har førarin var mistonktur fyri at koyra ávirkaður. Blóðroynd varð tikin, sum skal prógva, hvussu drukkin førarin var.

Av tí at talan var um ein útlending, var hann settur í brummuna í nátt. Tá talan er um útlendingar, so verður roynt at avklára slík í so stóran mun sum til ber alt fyri eitt.

 

Maðurin dugdi heldur ikki enskt, so tað gav løgregluni trupulleikar, sum tey fara at royna at greiða í dag, tá maðurin vaknar aftur. Vakthavandi sigur, at tað er ein afturvendandi trupulleiki við útlendingum, sum ikki duga enskt.