Ein tikin fyri at koyra rúsaður

Í gjár varð eisini ávarað um hálku

 

Í gjárkvøldið tók løgreglan ein bilførara, sum verður skuldsettur fyri at koyra ávirkaður. Men talan var ikki um rúsdrekkakoyring, men um at bilførarin var ávirkaður av øðrum rúsevnum ella heilivági.

Vaktleiðarin sigur í morgun, at tað í gjár varð boðað frá hálku norðuri í Sundalagnum, og løgreglan hevur sent út eina ávaring í hesum sambandi:

»Ávaring/kunning til allar bilførarar.

Tað er sera hált í støðum í morgun. Heitt verður á bilførarar um at ansa væl eftir, tá ið koyrt verður í ferðsluni í morgun.

Sí annars koyrilíkindi inni á www.lv.fo

Vaktleiðarin«