TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum Tróndur Arge hevði á Rás2 við FSF-forsetan, Christian Andreasen niðri á Vaglinum í Havn fyrr í dag, tá heiðursløta var fyri føroyska fótbóltslandsliðnum.
Christian heldur, at 2-1 sigurin hjá Føroyum ígjár er ein hin besti dysturin hann nakrantíð hevur sæð føroyska liðið spælt. Hann var so spentur ígjárakvøldið, at hann sat veruliga turrur í munninum av berum spenningi.
FSF-forsetin leggur herðslu á, at tað er týdningarmikið, at vit sóla okkum meðan sól er, havandi góðu gongdina hjá landsliðnum í huga.