Høgni Hoydal
Vil við hesum takka Anfinni Kallsberg fyri, at hann í Útvarpi Føroya mikudagin, greiddi so væl frá, hvat undirritaði hugsar og ætlar – og hvørji “motiv” Anfinn hevur “mistanka um”, at eg havi í mínum politiska arbeiði.
Kveikjandi er tað at fáa at vita gjøgnum almennu tíðindini, hvat eg í veruleikanum eri úti uppá, tá eg geri mínar skyldur sum fólkavalt umboð fyri fullveldisfólk í Føroyum. Serliga tí eg ikki var greiður um tað sjálvur. Kunnu Anfinn og Útvarpið halda hesa tænastu, er nógv spart. Tá sleppi eg kanska heilt undan at hugsa og úttala meg sjálvur um mínar gerðir og meiningar.
Haldi tó, at eg fái serviðgerð. Onnur áttu at fingið møguleikan fyri somu tænastu, har Anfinn Kallsberg – kanska fast í morgunsendingini – kundi greitt fólki frá, hvat tey í veruleikanum meina og ætla, ella hvørjar “mistankar” hann hevur um tey.
Samstundis vil eg ynskja Anfinni tillukku við sínum fyrsta spurningi á fólkatingi. Tað ber boð um eitt stórt og gávumilt hjarta, at Anfinn vil verja donsku stjórnina mótvegis óhepnum spurningum. Vit kunnu jú ikki hava undirritaða og Tjóðveldisflokkin gangandi og hava lúnskar ætlanir um at vilja loysa frá Danmark – og at ganga og spyrja upp í saman um mál, ið avdúka, hvussu lítið vald vit hava á egnum landi.
Eg taki tað sum ein stóran heiður, at fyrsta mál, sum Anfinn reisir á fólkatingi, snýr seg um mín persón – og ikki um politisk viðurskifti. Hugaligt, at vit kunnu stuðla hvørjum øðrum soleiðis. Og at vit við hesum kunnu prógva, hvussu nógvur álvari var í, tá vit søgdu okkum seta politisk mál í 1998 um føroyskt fullveldi.
Saman lyfta vit mest og vaksa um virðingina fyri føroyskum politikki. Tí takki eg hjartaliga.