Ein týðandi táttur


Sundalagið: Leygardagin var høvið hjá fólki at vitja á hvalastøðini við Áir. Hetta hendi í samband við árligu mentanarvikuna hjá Sunda kommunu. Helena Dam á Neystabø segði í eini røðu á hesum staði, at hvalastøðin hevur nógvar møguleikar, soleiðis at hetta kann gerast ein upplivingardepil í framtíðini. Borgarstjórin, Kim Durhuus (myndin) tók undir við henni í hesum úttalilsi. Her eru nógvir møguleikar, sum kommunan eisini kann stuðla undir. Mett verður, at eini 500 fólk vóru á hvalastøðini henda dagin. Mentanarvikan heldur fram restina av vikuni.