Ein sterkur fólkaskúli fyribyrgir negativum sosialum arvi

Ein sterkur fólkaskúli er fyritreytin fyri javnstøðu og javnrættindum. Ein veikur fólkaskúli skapar gróðrarlíkindi fyri mismuni og mistrivnaði, og úrslitið verður eitt fátækari samfelag.

Børn sum byrja í 1. flokki í dag, eru líka so ymisk sum vit vaksnu. Tað er tí ilt at vita, hvørjar førleikar Sólja ella Sofus fáa brúk fyri um 10 ár. Tað er avbjóðingin hjá fólkaskúlanum at geva øllum hesum ymisku børnunum tann rætta førningin. Tað er sjálvandi eisini ábyrgdin hjá foreldrum. Men fyritreytin fyri at fóta sær í einari ókendari framtíð vísir seg at vera førleiki og útbúgving.
Rættin til skúla og útbúgving skulu tí øll hava – bæði rík og fátøk. Tað er tað, sum eyðkennir eitt vælferðarsamfelag. Og tí skulu vit sláa manngarð um ein sterkari og betri fólkaskúla í komandi valskeiði.
Eg havi í starvi mínum sum landsstýriskvinna í mentamálum lagt ómetaliga nógva orku í at styrkja fólkaskúlan, hóast fíggjarstøðan í landinum hevur verið trupul.
Og sanniliga eru hendir týðandi batar.
Í 2011 er játtanin til fólkaskúlan 281.601 mió. Í 2008 var fólkaskúlajáttanin 248.914 mió. Vøksturin í hesum tíðarskeiði hevur sostatt verið 32,7 mió. ella 13.1 %. Og tað er hóast alt ikki so galið!

Loyvi mær at nevna nøkur av mongum framstigum:
Vit hava sett í verk partvísa tvílæraraskipan í 1. og 2. flokki.
Vit hava økt um talið av serundirvísingartímum frá 11% til 14%.
Vit hava sett AKT-skipan í verk. Tað er serstøk játtan til at loysa mál á skúlanum í sambandi við atferðar- kontakt og trivnaðartrupulleikar hjá børnum.
Somuleiðis hava vit sett av orku til SSP-samstarvið, sum eisini hevur til endamáls at fyribyrgja, at smáir trupulleikar verða til stórar trupulleikar.
Lesivegleiðing er raðfest á skúlunum - ásannandi at Pisa-kaningarnar siga, at 3. hvør næmingur í 9. flokki ikki hevur nóg góðan lesiførleika at fara víðari á miðnám.
Vit hava sett í verk eftirútbúgving av lærarum innan serundirvísing, orðblindni, lesivegleiðing, og í næstum verður farið undir skúlavegleiðaraútbúgving og KT-varða eftirútbúgving.
Eg havi mett tað umráðandi, at mentan og list verður ein dagligur táttur í fólkaskúlanum, og tí er Listaleypurin komin fyri at vera. Tað merkir at okkara virknu menta- og listafólk koma inn um skúlans gátt at arbeiða við børnunum.
Og vit hava sett orku av til, at íverksetan verður ein fastur táttur í fólkaskúlanum. So at komandi ættarlig verða slóðarar og kunnu skapa nýggjar vinnuvegir í Føroyum.
Eg kundi hildið fram, men tað avgerðandi er, at vit ikki gevast at gera miðvísa íløgu í okkara børn.


Reformar merkja ikki sparingar – tvørturímóti
Hvørki kommunureformur ella skúlareformur hava til endamáls at fremja sparingar í fólkaskúlanum – tvørturímóti. Endamálið er einans at tryggja so sterkar skúlar sum yvirhøvur møguligt. At spara í fólkaskúlanum so at útbúgvingin verður verri, kemur heilt einfalt ikki upp á tal.

Útbúgving er lykilin til framtíðina
Tølini frá arbeiðsloysiskipanini siga okkum, at av teimum uml. 1.600 arbeiðsleysu, sum eru skrásett í skipanini, hava uml. 80 % onga útbúgving eftir loknan fólkaskúla.

Niðurstøðan er helst, at tey sum ikki fingu møguleikan at útbúgva seg í longri ella stytri tíð, eru í størri vanda at verða rakt av arbeiðsloysi og av fátækradømi. Hetta eru tøl sum vit skulu broyta. Ongantíð ov skjótt.

Ein sterkur fólkaskúli fyribyrgir avleiðingum av negativum sosialum arvi. Ein sterkur fólkaskúli er fyritreytin fyri javnstøðu og javnrættindum. Ein veikur fólkaskúli skapar gróðrarlíkindi fyri mismuni og mistrivnaði, og úrslitið verður eitt fátækari samfelag.