Danska hondbóltsfelagið, HIK úr Hellerup, sum spælir í donsku 2. deild, kunngjørdi í gjár avtalu við føroysku Magnu Tórðardóttir.
Fyrr í summar kunngjørdi HIK eisini avtalu við Marionnu Geirsdóttir Eystberg.
Tær báðar eru uppvaksnar í Kyndli, og spældu farna kappingarár báðar við næstbesta liðnum hjá AJAX København. Nú hava tær so gjørt avtalu við HIK.
Magna Tórðardóttir er 21 ára gomul, spælir høgri vongur og hevur verið í donskum hondbólti í nøkur ár, har hon hevur gingið á hondbóltsskúla. Hon hevur verið partur av ungdómslandsliðum, og var millum annað kosin besti høgri vongur, tá ið føroyska U19-landsliðið vann Challenge Trophy-kappingina í 2016.
Úr savninum: U19: Føroyar vunnu Women’s Trophy (2016)
Marianna Geirsdóttir Eystberg er 22 ára gomul, spælir vinstri bakkur, og var eitt nú kosin til ársins leikara í føroyskum hondbólti eftir kappingarárið 2018/2019, har hon eisini var toppskjútti. Hon hevur eisini drúgvar royndir av ungdómslandsliðum, og hevur seinastu árini verið føst fús á A-landsliðnum eisini. Har hevur honn skotið 24 mál í níggju dystum*
Úr savninum: Ársins leikarar: Marianna og Rasmus
##med2##
Í HIK fegnast tey um føroyska styrkin á facebookvanga sínum.
Har sigur venjarin, Thomas Brønd, millum annað soleiðis um Magnu Tórðardóttir:
- Eg eri sera glaður fyri at fáa Magnu til HIK. Hon hevur nakrar sera hvassar eginleikar, rennur ovurskjótt fram á vøllin, og skjýtur væl úr horninum. Eg veit harafturat, at Magna leggur dent á somu virðir, sum vit í felagnum. Eg eri vísur í, at hetta verður eitt spennandi samstarv, sum vit kunnu gleða okkum til í komandi kappingarári.
Magna sjálv sigur við felagið, at hon gleðir seg til nýggju avbjóðingarnar í góða venjingarumhvørvinum og góðu umstøðunum í felagnum, har hon kann menna seg enn meira sum leikara.
Um Marionnu Geirsdóttir Eystberg sigur venjarin soleiðis:
- Eg havi havt eitt gott og drúgt samskifti við Marionnu, ov vit eru samd um, at HIK er rætta stigið hjá henni at taka.
- Tað er veruliga ein flottur styrkur vit fáa við Marionnu. Eg eri ótrúliga glaður fyri at tað hevur eydnast okkum, Eg síggi Marionnu sum ein stóran fong fyri okkum í HIK, sigur venjarin á facebookvanganum hjá HIK.
Har sigur Marianna sjálv, at hon eisini gleðir seg til avbjóðingina, og góða venjingarumhvørvið og umstøðurnar.
- Eg gleði meg at gerast partur av einum ungum, málsinnaðum HIK-liðið, sum ætlar sær at spæla við har tað er stuttligt.
*Hagtøl: Ásbjørn Nielsson Nattestad