Ein spreinging hevur verið við flogvøllin í Kabul

Fólk eru deyð og særd, skriva miðlar

Mynd: US Army © Public Domain

Mynd: US Army © Public Domain

Tað stendur enn illa til í Afganistan. Beint nú skriva fleiri altjóða miðlar, at ein spreinging hevur verið við flogvøllin í afganska høvuðsstaðnum Kabul. Og talan er ikki bara um eina spreinging vilja summar keldur vera við - men tvær, sambært BBC.

 

Sambært sjónvarpsstøðini Al-Jazeera eru umleið 10 deyð, og 15 hava fingið skaða orsakað av spreingingini.

 

Amerikanska Pentagon hevur váttað, at eitt ókent tal av persónum eru deyðir ella særdir við flogvøllin í Kabul.

 

Mynd: US Army © Public Domain

Mynd: US Army © Public Domain