Ein smakk­ur av Norð­ur­lond­um

Tað er sam­starvs­fel­ags­skap­ur­in í Norð­ur­høv­um, NORA sum hev­ur lat­ið stuð­ul til hesa røðina. End­a­mál­ið er at lýsa sunnan, burð­ar­dygg­an og væl­smakk­andi mat.

Tíðin er væl hós­k­andi, tí norðurlendskur mat­ur fær alt betri og betri umdømi og áhuga kring allan heimin.
Enn er kortini ikki greitt, hvørjir rætt­ir ið verða lýstir, men ætlanin er, sum rím­i­ligt er, at vísa fram lokalar rættir við lokalum rávøru

Før­oy­ar, Grønland og Ís­land eru longu við, og vit arbeiða eisini við at fáa Noregi við í verk­ætl­an­ina.
Enn er ikki greitt, nær tær fyrstu send­ing­ar­nar verða sýnd­ar, tí alt er enn í plan­legg­ing­ar­fas­uni.