Ein skúli fyri framtíðina

Tekniski skúli í Klaksvík verður nú betri førur fyri at fremja ynskini hjá verandi og komandi næmingum. Mánadagin verður tann nýggi parturin av skúlanum tikin alment í nýtslu

Klaksvík: Hesar seinastu dagarnar hevur verið serlig ferð á teimum ymisku handverkarunum, tí dagurin, nær hetta skuldi verða liðugt, var farin at nærkast.

Hetta arbeiðið bæði innan og uttan er nú komið so mikið langt, at hesin nýggi parturin av skúlanum verður tikin í nýtslu komandi mánadag.

Ætlanin er tó ikki at steðga her við at menna skúlan, men ætlanin er framhaldandi at umbyggja verandi høli.

- Hetta merkir so aftur, at skúlin verður sum eitt byggipláss hetta árið út, sigur Rúni Heinesen, skúlastjóri.


Krevja umstøður

Við hesi útbyggingini fer skúlin at kunna bjóða næmingunum enn betri umstøður í eini nýggjari skipan, sum verður við tveimum breytum.

Út frá hesum kann væntast, at talið av næmingunum fer at hækka enn meiri. Og skúlin er til reiðar at taka ímóti teimum øllum við hesi útbyggingini.

- Vit hava somuleiðis aðrar ætlanir. Men skulu tær fremjast í verki er neyðugt, at vit fáa serumstøður til hetta. Enn hava vit ikki hesar umstøður, sigur skúlastjórin.

Ein av hesum útbúgvingum er ein sum eitur byggismiður, og sum minnir nógv um ta donsku útbúgvingina “struktør”. Henda útbúgvingin er broytt, soleiðis at hon hóskar meiri til arbeiðið hjá handverkarum í dag.

Støðan er nevniliga hon, at teir, ið læra til timburmenn í dag, í størri mun enn áður arbeiða við so nógvum øðrum enn bert timbri.

Hetta vil aftur siga, at teir á skúlanum læra at arbeiða við timbri, men tá teir fara til arbeiðis úti á teimum ymisku byggiplássunum, so er munandi meiri arbeiði við betongi, kloakkering og í heila tikið, hvussu ein riggar eitt slíkt arbeiðspláss til.

Tað eru longu eini tvey ár síðani at skúlin sendi inn umsókn við fyrispurningi um at sleppa undir hesa útbúgvingina. Enn er einki svar komið frá myndugleikunum.

- Tað skal sjálvandi gerast ein íløga fyrst, og í hesum døgum kann tað gerast trupult at fáa eina slíka ætlan framda í verki.

- Men ætlanin er so kortini har, staðfestir Rúni Heinesen.


Ikki bert fyri klaksvíkingar

Hóast hesin tekniski skúlin liggur í Klaksvík – ella kanska júst tí at hann liggur her – hevur hann verið rættiliga væl umtóktur millum tað unga lestrarhugaða fólkið kring landið.

Hóast ein tekniskur skúli er í Havn, kemur meiri enn so fyri, at næmingar úr høvuðsstaðnum leita sær til skúlan í Klaksvík.

Millum teir mongu næmingarnar á skúlanum eru í dag tríggir næmingar úr Hoyvík. Orsøkirnar til, at teir valdu hesa loysnina greiða teir tríggir frá aðrastaðni á síðuni.

Men skúlastjórin, Rúni Heinesen er ikki í iva um, at ein orsøk til hetta er, at næmingarnir hava møguleika at búgva á skúlanum.

- Hetta er eisini ein útbúgving, sum gevur teimum møguleika fyri hægri lestri, eins og teir hava góðar møguleikar at samantvinna teori og praksis gjøgnum verkætlanir.


Kunning

Á hvørjum ári gera tey á Tekniska skúlanum nógv við at vitja framhaldsskúlarnar kring landið fyri at greiða teimum frá møguleikunum og tilboðunum sum skúlin hevur at bjóða teimum.

Og líkt er til, at umboðini frá skúlanum duga rættiliga væl at siga frá.

- Tað koma eisini javnan bæði næmingar, foreldur og heilir skúlaflokkar higar at vitja, fyri at síggja og uppliva við egnum eygum, hvør hesin skúlin er og hvørjar umstøðurnar eru.

- Vit kunnu so bara staðfesta, at alt hetta gevur úrslit, tí talið á næmingum hækkar hvørt einasta ár, staðfestir skúlastjórin, Rúni Heinesen.



PS. Lesið eisini greinina "Teir hildu okkum vera ørar"