Hetta er tíðin, táið skúlar og næmingar fyrireika seg til próvtøku, og í hesum sambandi plaga næmingarnir at hava eina serliga veitslu, og ein serligan skulkidag. Og tað elvir mangan til ruðuleika, tí eitt, næmingarnir plaga at stuttleika sær við, er at forða fyri ferðsluni.
Les eisini: Skúlanæmingar elvdu til ruðuleika í morgun
Og í morgun vóru tað so næmingar á studentaskúlanum í Hoydølum, sum vóru úti um seg, og tað elvdi til sannan ferðsluruðuleika í Hoydølum, har bilar stóðu í kilometralongum bíðirøðum í allar ættir.
Samstundis var løgreglan illa manna, so í fyrstu syftu var bara eitt løgreglufólk til taks at senda á staðið, men nakað seinni komu so eini trý afturat.
Les eisini: Tók ein tíma at fáa politiið á staðið
Tað endaði smátt um smátt at fáa skil á ferðsluna aftur og um níggjutíðina gekk aftur, sum vant. Men tá hevði proppur verið í ferðsluni í hálvan annan tíma.
Løgreglan sigur, at sum heild var friðarligt og og tá ið tey vóru komin á staðið, gekk hampiliga væl at fáa glið aftur á ferðsluna.
Men kortini var tað ein av næmingunum, sum ikki vildi akta boðini frá løgregluni um at flyta seg burtur, og tann næmingurin fær nú bót fyri at bróta politiviðtøkurnar. Tann bótin er 300 krónur, men tað er við studentaavsláttri, tí lesandi fáa nevniliga avsláttur.
Fyri einum tveimum árum síðani hevði Løgreglan annars fund við tey í Hoydølum, eftir at hesin árligi skulkidagurin var farin heilt yvir gevind við ferðsluforðingum og herverki.
Men tað sær ikki út til at hava hjálpt tað stóra, má løgreglan ásanna í morgun.
Niðanfyri eru myndir frá í morgun










