Ein serstakur familjudagur í Havn leygardagin

Leygardagin verður hin perfekti familjudagin, har tú fært eina rúgvu av stuttligum og øðrvísi upplivingum í Bacalao.

- Hevur tú hug at royna javnvágina á einum skateboardi ella rulluskoytum? Ella vilt tú klatra í klintrihøllini og vita, hvussu høgt tú klárar at klatra? Vit hava eisini ein boksiring, boksipútur og hoppibond til tín, um tú hevur ein Mohammed Ali ella Saru Mahfoud í búkinum. Eisini kanst tú uppliva dungliga Simon Fensholm gera vakran street art.

 

Soleiðis siga tey, sum skipa fyri forvitnisliga summartiltakinum.

 

Men, tiltakið steðgar ikki her.

 

- Um tú ert meira til fjarstýrdar bilar, so hava vit eisini hugsað um tann partin. Á Bacalao hevur RC Felagið tann feitasta banan og bilarnar í landinum, tá vit hugsa um fjarstýrdar bilar. Eisini hevur tú møguleikan at ogna tær klæðir frá klæðnamerkinum Skatepig, sum kemur at hava sølubás.

 

Bæði venjarar og útgerð eru á staðnum, so tú skalt bara taka teg sjálvan við.

 

- Vit syrgja eisini fyri, at eingin gongur svangur. Tú fært leskiligan street food á staðnum, og hevur tú hug til okkurt søtt afturvið, so kanst tú altíð keypa heimagjørdan ís frá Ísur.fo afturvið góða stemninginum.

 

Fyrireikararnir siga, at ein genial konsert eisini verður í Perluni, har teir altíð fantastisku RSP, HÚS og Helgi enda tiltakið við einum braki.

 

- Minst til at seta eitt stórt X í kalendaran leygardagin hin 1. juli fra klokkan 13-18. Vit gleða okkum at síggja teg, verður lagt aftrat.