Tað er Michael Gram í Sørvági, sum eigur og rekur lítlu fyritøkuna, Vága Kajak, sum leigar út kajakkir á Sørvágsvatni - ella á Vatninum, tey eisini rópa Leitisvatn í Vágum. Tað var í oktober í 2018, at hann keypti sær 20 kajakkir, sum eru vælegnaðar til útleiging í ferðavinnuhøpi.
Kajakkirnar kunnu leigast alt árið, men tað liggur til slíkt frítíðarvirksemi, at tað er í góðum veðri, at eftirspurningur er størstur. Tó er tað eisini hent, at fólk, sum dáma at rógva, duga at finna sær løturnar, sum kunnu vera millum teir meira illfýsnu dagarnar.
- Soleiðis havi eg eisini upplivað, at fólk beint eftir ein illveðursdag - ja, enntá á hávetri - hava vent sær til mín og vilja sleppa at rógva á Vatninum, tí nú er løtan. Men, tað skerst ikki burtur, at tað eru teir góðu og lýggjaru dagarnir, sum draga flest fólk til slíkt frítíðarvirksemi, sigur Michael Gram.
Hann vísir á, at tað er ymiskt, hvussu mong eru á Vatninum í senn, men gjarna eru fólk í smáum bólkum, serliga tá tað eru føroyingar, sum vilja njóta løtuna saman.
- Tá viðurskiftini vóru meira vanlig, og vit ikki høvdu koronu, vóru tað umleið helvt um helvt føroyingar og útlendingar, sum leigaðu kajakkir, men í fjør summar sóu vit mest føroyingar, sum vóru óførir at velja sær løtuna á Vatninum.
Michael Gram vísir á, at hóast kajakkirnar eru rættiliga tryggar á floti, mælir hann altíð fólki til, at róð verður fram við landi. Vatnið er stórt, men tað er fram við landi, at tú sært flotta umhvørvið kring vatnið, og tað er eisini her, tú best sært og upplivir landslagið og smáu gróthúsini, sum fólk í sínari tíð brúktu til at goyma torv í.
Hann sigur, at tað hevur eydnast honum at læna eitt av hesum torvhúsum, har pláss er fyri 16 kajakkum, sum kunnu standa inni í húsinum.
- Hetta riggar ordiliga væl, og eg eri fegin um at vera sloppin inn í eitt av hesum søguligu gróthúsum, sum soleiðis eisini kann sigast at vera ein partur av upplivingini.
Michael Gram hevur eisini útvegað sær eina sonevnda dupulta kajakk, sum eisini kann brúkast til fisking á vatninum. Henda kajakkin er munandi breiðari og meira stabil, og her situr tú meira uppi á setrinum og ikki niðri í holinum.
- Børn sleppa ikki at leiga kajakkir einsamøll, men skulu vera saman við vaksnum og øll, sum fara í kajakk á Vatninum, skulu hava svimjivest, sum fylgir við, tá tú leigar, sigur Michael Gram, sum væntar, at tíðin, sum nú stundar til og summarið, sum er fyri stavn, verður gott.
- Hetta við at rógva í kajakk, hevur vundið upp á seg, og tá nógv longu nú hava roynt hetta, legst gjarna aftrat, tí ringarnir breiða seg í vatninum, sum hann tekur til.
In.fo kann leggja aftrat, at til ber eisini at leiga kajakkir á Sandsvatni, har tað er Poul á Klettum, Poul Klementsen, sum saman við konu síni, Sóleyð, rekur hetta virksemi og eisini hevur fleiri kajakkir til leigu.