Ein øðrvísi tónleikaferð á Norðoyastevnu

Fríggjakvøldið 5. juni klokkan 21 kanst tú hoyra Jens Marna Hansen í Leikalund

Karmur um konsertina á fyrstu summarstevnuni í 2009 eru gomlu handilshúsini í Klaksvík.

 

Tú kanst hoyra Jens Marna framføra løg av fløguni The right way og tónleik sum hevur givið honum íblástur.

 

Jens Marni hevur áður hita upp heimskendan tónleikara í Tórshavn. Á Norðoyastevnu hitar hann upp Norðoyingar og stevnugestirnar.