Seinnapartin í dag - kl. 15 - verður møguleiki hjá tilflytarum og útlendingum aftur at hittast aftur undir óformellum umstøðum í Havn til tiltakið ?International Fellowship? Tiltakið er ætlað tilflytarum, sum eru úr londum uttanfyri Norðurlond, og verður hildið í Meinigheitshúsinum í Havn.
Hagtølini vísa, at eitt rættiliga stórt tal av útlendingum er í Føroyum. Við hesum ?International Fellowship? verður miðað eftir at skipa ein felagsskap við altjóða dámi undir óformellum umstøðum.
Endamálið við tiltakinum er at skapa eitt forum fyri tilflytarar, har møguleiki er at møta øðrum fólkum í somu støðu. Tað verður skipað sum ein hugnalig samvera, har dentur verður lagdur á at hava tað gott saman og at samtala hvør við annan teir báðar tímarnar, sum tiltakið varir.
Í Meinigheitshúsinum er ein spælistova til børnini, og tí er møguleiki eisini at hava børn við.
Meinigheitshúsið liggur beint við SMS, sum hevur leingi opið ídag. Tí ber væl til hjá fólki av bygd at gera sær síni ørindi í Havn, samstundis sum tey fáa høvi at hitta fólk úr øðrum londum við hugnaligu samveruna, sum byrjar kl. 15.










