Ein risi innan granskingina

Tann mest týðandi núlivandi vísindamaðurin. Somikið stór eru orðini, sum verða sett á James D. Watson, sum verður gestarøðari á føroyskari ráðstevnu í heyst

Milliónirnar standa væl á bankabókini. Við nærum 85 árum her á fold og eini 50 ára gamlari Nobel-virðisløn skuldi tíðin kanska verið komin hjá James D. Watson at taka sær av løttum og bara njóta ellisárini.

Men tað kemur ikki upp á tal hjá vísindamanninum, sum framvegis hevur sama eldhugan, sum í nógv ár hevur hjálpt honum fram til stór úrslit. Somikið stór, at hann av nógvum verður mettur sum tann mest týðandi núlivandi vísindamaðurin, og tað er nú ikki heilt einki.

Tað vóru annars ikki ílegurnar, sum stóðu ovast á ynskilistanum, tá 15 ára gamli James fyri 70 árum síðani byrjaði lesnaðin á lærda háskúlanum í Chicago. Fuglar høvdu hansara heilt stóra áhuga, og eitt nú hevur hann sagt, at hann í størst møguligan mun slapp sær burtur, tá evnafrøði stóð á tímatalvuni.

Hann skifti tó linju á skúlanum, og hóast bachelor-prógvið var innan zoologi, so hevði hann tá skift linju frá fuglafrøði til genetik. Eitt val, sum líka síðani hevur merkt tilveru hansara.

Tað var undir ph.d. studium sínum, at Watson veruliga gjørdist heimskendur. Sum lesandi hevði hann stóra virðing fyri arbeiðinum hjá Salvador Luria, sum hevði fingið eina Nobel-virðisløn fyri sítt arbeiði við genetiskum mutatiónum.

Granskarar kring heimin vóru tá í ferð við at finna útav, hvat ílegur veruliga vóru fyri nakað, men rættiliga tíðliga í hesi gransking var Watson sannførdur um, at DNA var ein íleguborin molekyla. Seint í 1951 hitti hann Francis Crick, tá teir báðir starvaðust á University of Cambrigde, og hálvtannað ár seinni stóðu teir báðir fyri tí, sum nógvum verður mett sum eitt tað størsta bragdið innan náttúruvísind yvirhøvur. Nevnliga eina staðfesting av DNA-strukturinum. Fyri hetta fingu teir Nobel-virðislønina, og hóast ílegugransking er nógv ment seinastu hálvu øldina, so byggir alt hetta á tað arbeiði, sum Watson og Crick stóðu fyri.

Watson hevur í fleiri ár víst føroysku FarGen-verkætlanini áhuga og verður ein av høvuðsrøðarunum á altjóða ráðstevnuni FarGen Summit 2013, sum verður á Hotel Føroyum 19. og 20. september. Eisini har verður hátíðarhaldið, at 60 ár eru liðin, síðan arvastrongurin varð uppdagaður.


FarGen-verkætlanin varð sett í verk 2008. Hugskotið við henni er at kortleggja ílegurnar hjá øllum føroyingum, so skapt kann verða betri viðgerð og fyribyrging í føroysku heilsuverkinum. Føroysku úrslitini kunnu gerast sera áhugaverd millum altjóða granskarar, eins og vitjanin hjá Watson ber boð um.