Ein republikanari afturat

Fyrrverandi amerikanski senatorurin Rick Santorum kunngjørdi í dag, at hann fer upp í kappingina um at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum næsta ár. Rick Santorum er væl umtóktur millum teir konservativu republikanararnar. Hann er ímóti fosturtýning og hevur sínar avgjørdu meiningar um rættindini hjá teimum samkyndu.

Rick Sanatorum, sum er 53 ára gamal, sat í Senatinum frá 1994 til 2000. Tey seinastu árini hevur hann arbeitt sum sakførari í Washington, men hann hevur eisini havt ymisk álitisstørv í republikanska flokkinum hesa tíðina.