TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við framherjan hjá FC Suðuroy, Jón Krosslá Poulsen, sum skoraði til 1-0 í 2-2 javnleikinum hjá FC Suðuroy ímóti TB á heimavølli suðuri í Vági fyrr í dag.
Jón ásannar, at tað var ein dystur har veðurelementini høvdu sítt at siga. Í fyrra hálvleiki høvdu teir í FC Suðuroy vindin undan, og vóru á odda 2-0. Seinni hálvleikur var ræðuliga tungur at koma ígjøgnum hjá FC Suðuroy spælarunum, sum máttu stríðast bæði ímóti einum stríðsfúsum TB-liði og stríða mótvindinum.
Jón iðrar seg um, at sigurin glapp FC Suðuroy úr hondum í seinastu sekundunum av dystinum. Ein sigur hevði komið sera væl við, ikki minst aftaná 0-0 javnleikin á Argjum millum AB og Víking.